Fólkaflokkurin

Í blandingsfiskiskapi er kvotaskipan óbrúkilig.

Útgivið 04.03.24
|
Skrivað av Jørgen Niclasen

Kvotaskipan er perfekt á einum rokniarki - og bara har.

Vit hava havt kvotaskipan í Føroyum, eins og okkara grannalond hava. Útslitið var og er ikki gott. Orsøkin er, at í blandingsfiskiskapi ber ikki til avgera, hvat fiskaslag kemur í trolið ella býtur á húkin.

Kvotaskipan elvir til, at vit fáa útblaking av fiskasløgum, sum eingin kvota er eftir av. Meira nágreiniliga fáa vit útblaking av smáfiski, tí tann stóri gevur betri prís. Vit fáa umdoyping av fiski við landing, og vit fáa sonevndar black landing.

Tá árið er liðugt, passar alt perfekt í rokniarkinum, men er langt frá tað, ið er farið fram.

Grannalondini hava havt kvotaskipan í yvir 40 ár, har fiskimonnum er lovað, at fiskiskapurin fer at verða nógv betri seinni. Úrslitið er syndarligt. Í Barentshavinum og í Íslandi er fiskiskapurin í meðal umleið eina helvt, í mun til hvat hann var, tá fríur fiskiskapur var.

Í Norðsjónum er verri. Har er toskafiskiskapurin minkaður niður í mest sum einki, síðan kvotaskipan kom.

Við eini fiskidagaskipan kann allur fiskur landast uttan revsing.

Samansetingin av veiðuni, bæði tá talan er um fiskasløg og støddir, er sjálvdan tann, sum frøðin hevur roknað út. Men hon er tað, sum havið veruliga kann geva.

Fiskidagaskipanin er eisini sjálvregulerandi. Tað vil siga: Er lítið til av fiski, so er fiskiskapurin vánaligur og øvugt. Er vánaligt, velja skipini sjálvsagt at liggja. Tá síggja vit fiskidagar liggja eftir, tá árið er liðugt. So skuldi frøðin roknað skeivt, so vil fiskiskapurin altíð verða í mun til, hvat veruliga er í havinum.

Hagtølini verða altíð røtt, tí eingin orsøk er til nakað annað.

Við fiskidagaskipan lata vit náttúrna stýra okkum og við kvotaskipan royna vit at stýra náttúruni. Tá vit vilja stýra náttúrini, kann tað bara ganga galið.

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag