Fólkaflokkurin

Landsstýriskvinnan lovar batar við hoyrilíkindinum hjá KvF.

Útgivið 05.23.24
|
Skrivað av Bárður á Lakjuni

Kringvarp Føroya hoyrist ikki nóg væl, tá ein kemur út um landoddarnar og út á opið hav. Tað gjørdu fleiri útróðrarfólk Bárð á Lakjuni varug við. Bárður á Lakjuni kannaði málið nærri og setti Sirið Stenberg ein grein 52-spurning um, hví so var.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at orsøkin er møguliga, at ymiskar fysiskar og tekniskar umstøður, sum t.d. sendistyrki og staðseting av sendara.

Tá ið trupulleikar eru við FM-dekningi hjá Kringvarpi Føroya (KvF), fær NET, sum umsitur raksturin av sendinetinum hjá KvF, vanliga kunning um hetta, antin beinleiðis frá lurtarum ella umvegis KvF. NET vil kanna nærri, hvørji økir talan er um og gera neyðugu tillagingarnar fyri at betra um hoyrilíkindini.

Les alt svarið frá landsstýriskvinnuni her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10841 

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag