Beinir Johannesen hevur sett Ingilin D. Strøm, landsstýriskvinnu, spurning um, hví bygningskunngerðin (BK17), sum hevur verið virkin í sjey ár, ikki er eftirmett.
- Síðani kunngerðin varð sett í gildi, hava fleiri spurningar stungið seg upp. M.a. um krøvini í kunngerðini eru rímilig, og um tey ikki eru við til at dýrka óneyðuga nógv um byggikostnaðin.
Sjálvandi skulu krøv verða sett. Men ikki óneyðug krøv, sum bara dýrka byggingina meira enn neyðugt.
Les meira her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10869.