Fólkaflokkurin

Fíggjarpolitiskt reguverk: Frá lántøku til uppsparing

Útgivið 03.10.26
|
Skrivað av Rebekka

Fíggjarpolitiskt regluverk – dømi uppá ein myndil fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum, so vit fáa yvirskot í góðum tíðum. Spar í góðum tíðum – so er nakað at taka av í ringum.

Í hesum skrivi verður lýst, hvussu ein partur av fíggjarpolitiska regluverkinum (expenditure target) kann verða gjørt. Uppskotið til myndilin, sum her verður lýstur, byggir ein trekleika inn í skipanina, so vaksandi inntøkur ikki uttan víðari kunnu nýtast til almenna nýtslu (útreiðslur).

Uppskotið er rættiliga einfalt, men gevur tó ein javnari og meira hóvligan útreiðsluvøkstur enn tað, vit hava sæð seinnu árini.

Í stuttum er prinsippið í myndlinum tann, at samlaðu útreiðslurnar á fíggjarlógini í mesta lagi kunnu svara til miðal árligu inntøkurnar á fíggjarlógini undanfarin ár, javnað við einum ávísum reguleringssatsi.

Í talvunum niðanfyri er gongdin í samlaða útreiðslukarminum vístur, um hann hevði verið grundaður á miðal árligu inntøkunurnar undanfarnu 4 árini, og síðani uppskrivaður við 3%.

Mynd 1: Úrslit, um modellið varð nýtt undanfarnu 20 árini

Kelda: Gjaldstovan/landsroknskapurin og egnar útrokningar

Í mynd 1 er tann bláa strika staðfestu inntøkurnar seinastu 20 árini, og tann reyða vísur staðfestu útreiðslurnar í almenna roknskapinum. Tann svarta strikaða linjan er roknaði útreiðslukarmurin sambært modellinum fyri fíggjarpolitiskt reguverk. Tað sæst í myndini, at útreiðslugongdin bæði hevði verið meira jøvn og meira hóvlig, um hesin myndilin hevði verið nýttur í einum fíggjarpolitiskum regluverki seinastu 20 árini.

Fyrivarni skal sjálvsagt takast fyri ávirkanina á inntøkur landskassans, um útreiðslurnar høvdu verið meira hóvligar. Torført er at siga júst hvør nettoávirkanin hevði verið. Hetta broytir tó ikki uppá høvuðsúrslitið í myndlinum.

Í ítøkiliga myndilinum, sum er brúktur sum dømi, er valt at brúka miðalinntøkurnar seinastu 4 árini, men tað kundi eisini verið t.d. 3 ella 5 ár, eins og prosentsatsurin kundi verið ein annar enn tey 3%, sum eru nýtt, t.d. 2% ella 4%.

Í mynd 2 sæst so, hvørji ávirkan úrslitini í mynd 1 høvdu havt á samlaðu uppsparingina hjá landinum í tíðarskeiðnum 2004-2024.

 

Mynd 2: Ávirkan á samlaðu uppsparingina 2004-24

Í mynd 2 sæst, at nettoupparingin hjá landinum hesi seinastu 20 árini (2004-24) hevði verið fleiri milliardir hægri, um hesin myndilin fyri fíggjarpolitiskt regluverk hevði verið settur í verk fyri 20 árum síðani. Ein negativ uppsparing hevði verið til eitt trivaligt pluss. Júst sum tað eigur at verða, tá tíðirnar hava verið so góðar, sum tær hava verið seinastu nógvu árini.

Aftur her má fyrivarni takast fyri ávirkanina á inntøkur landskassans, um útreiðslurnar høvdu verið meira hovligar.

Samanumtikið hevði effektin av valda myndlinum verið ein meira jøvn og hovlig útreiðslugongd, eins og vit høvdu sett pening til síðis til verri tíðir. Júst tað, sum endamálið er við einum fíggjarpolitiskum regluverki.

Á mynd 2 síggja vit at munurin svara til kostnaðin at gera ein tunnil til Suðuroy.

X við A.

Fróði Magnussen valevni hjá Fólkaflokkinum.

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag