Vit í Fólkaflokkinum hava eitt gott og ítøkiligt uppskot, sum skal gera tað 20% bíligari hjá fyrstuferðs-keyparum at byggja sær eini hús ella keypa sær eina íbúð.
Øll vita hvussu ómetaliga dýrt tað er blivið at byggja, ella keypa sær hús í Føroyum í dag.
Um vit vilja tað ella ikki, so ger hendan støðan longu í dag, at flestu av okkara ungu als ikki hava ráð at seta búgv í Føroyum.
Hetta mugu vit sum samfelag, gera nakað munagott við – NÚ.
Eg havi sjálvur fleiri ferðir víst á, at høvuðsorsøkin til høgu húsaprísrnar er, at útboðið av kommunalum grundstykkjum er alt ov lágt. Her mugu kommunurnar áleggjast at stykkja nógv meira út.
Eisini er danska byggikunngerðin BK 17, sum var samtykt í Føroyum, ein stór orsøk til økta byggikostnaðin, kanska við heili 700 – 800 tkr. fyri hvørt hús. Hetta er púra ørt. Hendan lógin má tí broytast, ongantíð ov skjótt.
Uppskotið frá Fólkaflokkinum og mær er í stuttum hetta:
Lat okkum saman gera alt sum er møguligt fyri, at okkara ungu kunnu búleikast her og seta føtur undir egið borð í Føroyum, heldur enn uttanlands.
Tú kanst stuðla mær og Fólkaflokkinum við hesum til løgtingsvalið 26. mars.
Birgir Nielsen, valevni hjá Fólkaflokkinum