Góðar røður, gott prát, góður matur, gott skemt, gott samanhald og bara góð fólk. Soleiðis var Landsfundurin hjá Fólkaflokkinum, sum varð hildin leygardagin í Skálanum í Klaksvík. Røðurnar vóru allar deiligar ymiskar, har vit komu inn á alt tað góða, vit í Fólkaflokkinum standa fyri, og ikki minst tey álvarsmál, sum eru fyri nú í Løgtinginum.
Vit eru ovfarin og ovurfegin at síggja, at so nógv fólk varð møtt upp. Nú gleða vit okkum til val.
Stóra takk fyri, øll somul!