Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, vil vita, hvussu myndugleikarnir í Føroyum raðfesta trupulleikan viðvíkjandi smugling av rúsevnum til Føroya. Serliga hugsar hon um frítíðar- og stuttleikabátar. Tí hevur hon sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, fleiri spurningar um evnið.
Í septembur í ár skrivar Vágs Kommuna, at higartil í ár høvdu 59 seglbátar verið í Vági. Tað er eitt høgt tal, og tí nakað at gleðast um. MEN – tað hevði verið áhugavert at vita, hvussu nógvir av hesum bátunum eru blivnir kannaðir av tollvaldinum fyri smugling av ólógligum rúsevnum.
Flestu av okkum vita, at tað júst hevur koyrt eitt stórt mál, har løgreglan tók seglbátin Rocky úr Kolding, sum bleiv brúktur til at smugla 23 kg av hassji við. Spurningurin er, um hetta kanska bara er toppurin av ísfjallinum.
Í nógvum londum síggja myndugleikarnir ekstremt álvarsliga uppá smugling av rúsevnum og taka tilsvarandi ekstrem stig fyri at steðga smuglingini.
Spurningurin er, hvat vit í Føroyum gera hesum viðvíkjandi.
Tí hevur Elsebeth Mercedis Gunnlegysdóttur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, hesar spurningar: