Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur sett fyrispurning um nýggja veðurlagslógin fer at gera el dýrari og leggja fleiri gjøld á húsarhald og vinnu – og um hon kann seta forðingar fyri framtíðar oljuleiting.
Landsstýriskvinnan hevur boðað frá, at hon ætlar at leggja eina nýggja veðurlagslóg fyri Løgtingið. Tað reisir sjálvsagt fleiri spurningar.
- Tað, sum gongur fyri seg í heiminum í dag, er ikki eitt grønt orkuskifti, men heldur eitt grønt uppískoyti. Nýtslan av olju og øðrum fossilum orkukeldum heldur fram at vaksa og verður ikki væntandi minkað, fyrr enn eftir 2030 – hóast grøna orkan eisini veksur ár fyri ár.
Harafturat vil Elsebeth hava at vita, um veðurlagslógin fer at forða fyri oljuleiting.
- Vit brúka framvegis nógva olju, og tað fara vit at gera í mong ár afturat. Vit noyðast undir øllum umstøðum at innflyta olju í nógv ár enn – og tá er tað meira skynsamt, eisini umhvørvisliga, at framleiða hana her heima, um tað ber til. Tað má veðurlagslógin ikki forða fyri.
Elsebeth minnir eisini á, at vanligi føroyingurin longu er hart sperdur fíggjarliga, og spyr tí, um veðurlagslógin fer at merkja fleiri gjøld og hægri skatt fyri fólkið.
Spurningarnar, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu, eru hesir: