Ferðafrásøgn frá seinnu helvt av ferðini og nakrar hugleiðingar.
Hvussu bleiv tað so skjótt so seint? Soleiðis var tað, onkur segði, tá viðkomandi hugsaði um tíðina, og hvussu skjótt hon kann tykjast at renna avstað.
Veðrið er gott í Tel-Aviv. Einar 32 gradir og sól. Sjógvurin er í bláum og yvir í turkis, og aldurnar koma sleikjandi niðan á hvítu strendurnar, eins og tær hava gjørt síðani tíðarinnar morgun á hesum serdeilis søguríka staði. Fitt av fólki er at síggja, hóast klokkan bert er knapt 9 á morgni. Tað er seinasta feriuvika, og hon skal njótast, hóast raktettir og luftalalarmar altíð liggja og lúra í bakhøvdinum. Børn, ung, vaksin og eldri øll í einum meldri. Eitt, sum man leggur merki til, er, at nærum øll eru væl fyri kropsliga, ikki nógvir búkar líkir mínum, má sigast. Kanska og allarhelst er tað tí, at tey ungu hava herskyldu í 2-3 ár, tá tey fylla 18, og at reservar annars altíð kunnu vænta at fáa herboð, um illa vil til.
Fólkið sær úr til at hugna sær, eisini um kvøldarnar tá yngra ættarliðið leitar sær í býin. Tað sýnist at vera ein alskur til lívið og til løtuna her. Eg spurdi ein 20 ára gamlan hermann, hvussu tað bar til at gleðast og flenna, tá so nógv var at gráta, syrgja og stúra um. “We have to enjoy life, while we can. We have to.” Og tað er eitt sindur tað, sum stendur eftir, nú kuffertini eru pakkað, og vit venda nøsini norðureftir aftur. Ísraelar vilja lívið. Tað er sjónligt á so mongum økjum, at man vil gera sítt ítarsta – veri tað innan heilsuverk, skúlaverk, gransking og menning, verju, landbúnað, jarðarbrúk og so framvegis og so framvegis. Eitt ynski um at gera sítt besta, at skara framúr. At fáa sum mest burturúr.
ÍSRAEL ER EITT IMPONERANDI LAND
“Tú verður imponeraður av landinum og fólkinum,” segði ein við meg, áðrenn eg fór avstað. Og so varð. Landið er lítið, og skjótt er at koma úr einum enda í annan, men tað er einki minni enn imponerandi at síggja, HVUSSU væl útbygt samfelagið er. HVUSSU langt man er komin síðani 1948, hóast eini 10 kríggj, terroratsóknir, intifdada’ir og hvat veit eg, hava givið óteljandi afturstig og hava kostað ómetaliga nógv bæði so og so og so (eitt nú er generella sálarheilsan nógv versnað síðani ræðuliga álopið hin 7. oktober 2023. Trauma og sálarligur ekki er ein veruligur partur av gerandisdegnum hjá mongum, sum stríðast við m.a. PTSD, depressión og angist).
HVUSSU nógv man leggur í at vera millum tey fremstu, tá um gransking, útbúgving, heilsu og verju ræður. Og HVUSSU frælsi, demokrati og viljin til lívið merkja gerandisdagin – ikki minst tá havt verður í huga, at øll grannalondini í allar ættir koyra undir islamskum eina- og harðræði, har fólkið livir í ófrælsi, og har mangir minnilutar verða kúgaðir og forfylgdir.
STÓRIR MØGULEIKAR Í SAMSTARVI
Tað er upplagt hjá okkum at samstarva nógv meiri við Ísrael. Ferðalagið gisti á tveimum hotellum á túrinum, og eg gjørdi mær tann ómak fleiri ferðir at royna laksin, ið var at fáa. “Norwegian” var svarið, tá eg spurdi um upprunalandið hjá laksinum – hann var so ikki føroyskur, tað er vist, tí kvaliteturin hjá okkum er bara betri. Tað vita vit. Og tað mugu vit fáa ísraelar at skilja. Noreg er nógv størsti laksaleverandørur til Ísraels, men í hesum boykottingardøgum, har Ísrael skal skammast, avbyrgjast og kroystast frá øllum síðum, ja, so er møguleikin hjá okkum at fáa størri marknaðarpart kanska til staðar – í hvussu er størri enn áður. Noregsmenn eru í hvussu er teir, ið eru fremstir í at fáa Ísrael útihýst, bæði tá tað kemur til íløgur, handil og annað.
Eisini er upplagt hjá okkum at keypa vøru og vitan úr Ísrael. Ísraelar hava nógv gott og grønt, sum vit áttu at etið meiri av um okkara leiðir, og so eru teir eisini í allar, allar fremstu røð, tá um tøkni, teldur, telduskipanir og alt tað ræður. Tað sama á heilsuøkinum. Verður rætt borið at, so kann eitt víðkað samstarv heilt vist vera gott og mennandi fyri báðar partar. Vit fingu eitt stutt prát við føroyska sendimannin í Ísrael, Petur Petersen, og tað var gleðiligt at hoyra, at júst hesi viðurskiftini eru nakað, hann arbeiðir miðvíst við dagliga. Spennandi verður at fylgja við, og vónandi spyrst nógv burturúr.
Vit flugu úr Ísrael seinnapartin fríggjadagin, millumlendu á flogvøllinum í Wien, yvirnáttaðu í Keypmannahavn og komu til Føroya seinnapartin leygardagin. Sannast má, at tíðin í Ísrael reyk avstað, og tað bleiv sera skjótt so sera seint. Hugsaði bara at taka samanum teir seinastu dagarnar í Ísrael og vísa nakrar myndir av tí, vit sóu og upplivdu. Eg taki líka tað síðsta fyrst – nakað, ið eg upplivdi á flogvøllinum í Wien, har vit millumlendu á veg til Keypmannahavnar.
BRINGUBROSJAN OG JØDISKA DAMAN
Eg fekk eina av hesum smáu bringubrosjunum við føroyska/ísraelska flagginum frá føroysku sendistovuni í Tel-Aviv, tá vit heilt stutt fingu møguleika at hitta sendimann okkara, Petur Petersen, til ein bita á eini matstovu. Glaður var eg og gekk við henni á bringuni seinastu dagarnar har niðri. Onkur legði merki til og spurdi nærri, og so var høvi til eitt prát um okkara merki, mál og mentan. Valdi so eisini at bera hana á vegnum heim.
Komin gjøgnum trygdarkanningina á flogvøllinum í Wien, har vit sum sagt millumlendu, fór eg spakuliga spankulerandi framvið tollfríu sølubúðunum og kom at einum bási, har ein yngri dama stóð og seldi eitthvørt at smyrja á andlitið. Knappliga bleiv hon so yvirfegin og yvirraskað – og tað var ikki, tí hon hevði ánilsi av, at var Føroya kanska næstbesti sangari til FMA í 2014, sum stóð við diskin he he – nei, tað vísti seg at vera brosjuna, hon hevði lagt merki til. Hon spurdi beinanvegin, hvar eg var frá, og hvussu tað bar til, at eg bar eina brosju við ísraelska flagginum, tí tað var sum at síggja lunda á jólanátt, soleiðis at síggja nakran bera merkið við Dávidsstjørnuni á har um leiðir. Hon fekk meg faktiskt enntá at seta meg niður og loyva henni at sminka annað eygað. Collagen, vita tit – rukkurnar kring kinnklova og eygnakrók svinna sum døgg fyri sól av tí, sigst.
Well, vit fóru víðari, men eg má siga, at møtið og prátið við hesa so sera fryntligu og fittu damuna situr eftir. Avgjørt ein góð og hugnalig løta, men samstundis eisini rættiliga tankavekjandi og øvut at fáa eina so sterka reaksjón av eini bringubrosju frá einum jøda í Wien, mitt í fría, frælsa og demokratiska Vesturevropa. Tað gert alsamt greiðari og sjónligari, at jødarnir í Evropa eru trýstir og ikki fáa frið.
SHEBA MEDICAL CENTER
Meðan vit leitaðu úr Tel-Aviv og suðureftir til m.a. Kerem Shalom, Kibbutz Nir Oz, Re’im og Nova-festivalin, Yad Vashem og Jerusalem teir fyrru dagrnar, so gekk leiðin út Tel-Aviv og norðureftir teir seinnu.
Ávegis til Haifa vitjaðu vit á sjúkrahúsinum, Sheba Medical Center, í Tel HaShomer. Viðurkendi miðilin, Newsweek, metti hetta sjúkrahúsið at vera millum 10 tey bestu og fremstu í øllum heiminum í 2025. Vitjanin var ótrúliga áhugaverd. Umframt alla vanliga sjúkrarøkt, so eru nøkur størri fokus-øki: Barnasjúkrahús, kvinnusjúkrahús, uppvenjing og rehabilitering, akuttmóttøka, medisinskur granskingardepil, akademiskt medisinskt útbúgvingarkampus og so ein miðdepil fyri gransking í krabbasjúkum.
Eitt tílikt sjúkrahús er sjálvsagt lívsneyðugt í eini krígsstøðu, og tí var tað heilt ótrúliga áhugavert og, ja, imponerandi at hoyra og síggja, hvussu tey málrættað hava gjørt tað møguligt í skundi at flyta alt virksemi undir jørð, um tað verður neyðugt. Í parkeringskjallarunum undir sjúkrahúsinum hava tey gjørt alt til reiðar til eina neyðstøðu – ótrúligt!
Leiðslan legði stóran dent á, at “health trancends borders”, og at heilsurøkt eigur at verða lyft uppum alt annað og ikki vera undirgivin eini krígsstøðu. Tískil hava tey viðgjørt m.a. nógvar palestinar gjøgnum árini, og tey hava eisini eitt stórt humanitert fokus og eru klár at senda hjálp og vitan til neyðstødd øki kring knøttin.
HAIFA
Ísraelska ferðavinnan er øgiliga hart. Í 2019 vóru smáar 5 milliónir ferðafólk, meðan tað í dag eru uml 1 millión – harav ein stórur partur er familjurelaterað ferðing. Árini við krúnukríminum steðgaði tað allarmesta upp, síðani var ein lítil løta við nøkulunda vanligum virksemi, men so kom 7. oktober 2023, og síðani tá er millum lítil og eingin ferðavinna at finna.
Og at ferðafólk eru rárir skapningar í landinum, ja, tað merktu vit allastaðni. Gamli ferðaleiðarin, sum leiddi okkum gjøgnum Haifa, stóra havnarbýin, takkaði okkum so hjartaliga fyri at vera komin og segði, at hóast hann royndi at smílast, so skar tað í hjartað at vera vitni til ta viðferð, sum ísraelar fáa frá stórum parti av heimssamfelagnum.
Annars var sera áhugavert at hoyra hann greiða frá um býin, t.d. hvussu týsku niðursetufólkini – The German Colony, kallað – vóru við til at leggja lunnar undir jarðarbrúkið og landbúnaðin, sum er so eyðkendur og umráðandi fyri ísraelska samfelagið í dag.
Ein heilt serstøk sjón í Haifa er stóri og heilt ómetaliga vakri Bahá’i urtagarðurin – Hanging Gardens of Haifa – sum leitar sær veg niðan eftir Karmel fjallasíðuni miðskeiðis í býnum. Urtagarðurin er vanliga eitt tað best umtókta feðamálið í landinum, men henda dagin, vit vitjaðu, ja, so haldi eg, at eg bar eyga við tvey onnur ferðafólk. Urtgarðurin er eitt tað mest umráðandi savningarstaðið hjá teimum, ið fylgja Bahá’i trúnni, fingu vit at vita. Í mínum stilla sinni kundi eg ikki lata vera við at hugsa, um ein slíkur havi og ein slíkur átrúnaðarligur minniluti mundi fingið innivist í onkrum av muslimsku grannalondum Ísraels – neyvan, giti eg.
NORÐARA OG EYSTARA MARKIÐ
Dagurin við mørkini til Libanon og Sýria var øgiliga áhugaverdur – ikki minst tí at hann, ið leiddi okkum gjøgnum dagin, var Jonathan Conricus, fyrrverandi talsmaður hjá IDF og ein rættiliga kend rødd og eitt kent andlit, bæði í ísraelskum og altjóða miðlum. Ein ordans kapasitetur at fáa við á ferðina, tað má sigast.
At koyra heilt har norðuri og síggja tað, man annars bara hevur hoyrt ella sæð á skíggja, ja, tað var ótrúliga serligt. Síggja Golan heyggjarnar og fjøllini har um leiðir, at síggja herstøðir og onnur hernaðarlig mál, at síggja hvar islamistiski yvirgangsfelagsskapurin, Hezbollah, hevur hildið til, at hoyra neyvar frágreiðingar um tað, sum hendi og alt tað, sum kundi havt hent hin 7. oktober, um Hezbollah eisini hevði lopið á á sama hátt, ja, tað var óhugnaligt. Ótrúligir grannar, ið Ísrael hevur, má sigast.
Tíbetur hevur ísraelski herurin trekt tenninar úr Hezbollah við nøkrum rættiliga sermerktum og presisum álopum – í hvussu er fyribils. Samstundis var bæði syrgiligt og ófrættakent at hoyra um fleiri av felagsskapunum undir ST, sum ísraelar siga vera infiltreraðar av anti-ísraelskum kreftum, sum arbeiða saman við yvirgangsfólkunum.
Í Sýria hava verið kaotiskir tilstandir í mong ár eftirhondini, og fyrr í ár fall Assad-stýrið so endaliga. Islamistarnir, ið hava vunnið valdið, eru á mangan hátt at líkna við bæði Hamas og ISIS, so útlitini eru ikki góð fyri fólkið í landinum. Persónligt frælsi og demokrati standa neyvan ovalaga á “to do-listanum”. Ísrael vónar tó at fáa í lag eina friðaravtalu við nýggja stýrið, og tað er ikki óhugsandi, skilst.
DRUSARNIR Í SÝRIA VERÐA SVØLTAÐIR OG SLAKTAÐIR
Vit vitjaðu í eini bygd ovalaga á fjallinum ávegis til libanska markið. Talan var um eina drusa-bygd. Vit fingu eina øðrvísi og spennandi máltíð har uppi, umframt ein lítlan túr við ferðaleiðara. Tað merkitst á henni, at hon hevði okkurt serligt upp á hjarta, sum hon fegin vildi siga okkum, áðrenn hon greiddi nærri frá um onnur viðurskifti.
Hon bar fram eitt neyðarróp fyri drusarnar, sum verða atsóktir, svøltaðir og myrdir í Sýria. Eg spurdi, um fáu tíðindini, man hevur hoyrt um ræðuligu støðuna, eru sonn. JA! Tað var stutta og greiða svarið. Støðan er ræðulig hjá teimum 5-600.000 drusunum. Men har valdar tøgn í altjóða miðlum. Ísraelar royndu at seinka tilgongdini eina løtu, tá teir bumbaðu strategisk mál í Damaskus, men annars verður einki gjørt.
Blóðdálkaða slóðin eftir islamistum sæst allastaðni, og tað átti at verið opinbert øllum, at islam á ongan hátt er ein friðartrúgv, á ongan hátt vil demokrati og persónligt frælsi – men hóast tað, so hava vit í Vesturheiminum gjørt knæfall fyri henni – og avleiðingarnar síggjast alsamt betri og betri.
VIT HAVA IKKI RÁÐ AT TAPA EITT EINASTA KRÍGGJ
Ísrael varð sett á stovn sum sjálvstøðugur statur á midnátt hin 14. mai 1948. Longu morgunin eftir var kríggj, tá fleiri arabisk lond gingu saman og løgdu á lítla, endurfødda landið.
“We simply cannot afford to lose a war,” segði hon, ið var ferðasamskipari hjá okkum gjøgnum allan túrin, tá eg spurdi hana, hvussu tað var at liva í einum konstantum vanda fyri, at onkur av grannunum fer at loypa á á ein ella annan hátt. Hvussu tað er at skula vera klár, um herurin hevur brúk fyri tær her og nú. Hvussu tað kennist at liva undir slíkum trýsti. Hon svaraði stutt og greitt: “If we lose, we’re finished.” Slig er den.
Man hevur heilt einfalt ikki ráð at tapa eitt kríggj. Hvat ið grannarnir eru førir fyri, og hvat teir hava í huga, sleppa teir framat, ja, tað varð opinberað 7. oktober 2023.
VIT HITTU FORELDUR AT TVEIMUM GÍSLUM
Sum eg áður havi skrivað, so er Ísrael eitt land í sorg. BRING THEM HOME stendur allastaðni, og myndir av gíslunum, sum enn eru í Gaza, síggjast eisini allastaðni. Tað liggur ómetaliga djúpt í jødisku fólkasálini at fáa síni heim – hvørt deyð ella livandi.
Allarflestu, sum eru gíslar í Gaza, vórðu tikin 7. oktober 2023, men Hadar Goldin, loytnantur í IDF, varð tikin 1. august í 2014. Tað er langt síðani staðfest, at hann er deyður, men hóast góð 11 ár eru gingin, so vil Hamas ikki lata líkið leyst. Vit hittu mammu Hadar, LEAH GOLDIN, og tað var sera rørandi at hoyra hana greiða frá síni støðu, teirra støðu sum familja, nú tey í endaleysar dagar hava bíðað eftir at geva syni og beiggja sínum eina virðiliga grøv.
Hóast stóru sorgina og djúpu sárini, so valdu hon, maðurin og hini trý børnini at liva lívið víðari, at arbeiða, at smílast, at vera partur av felagsskapinum og samfelagnum. Tá ið tungar løtur koma á, so roynir Leah at hugsa um Hadar og sumt, hann plagdi at taka til. Hann var ein vísur ungur maður. Leah førdi fram, at málið at fáa gíslarnar heim átti at fylt nógv meiri, tí um nakað, so er júst tað tað moralska sereyðkennið fyri Zionistarnar og IDF, at man letur ongan eftir. Hon heldur, at tað átti at verið gjørdur ein enn størri innsatsur, og at man dugdi at hugsa øðrvísi, tá støðan tykist vera so fastløst.
DANI MIRAN er pápi Omri Miran. Omri er giftur við Lishai, og tey eiga tvær døtrar. Omri varð tikin gísli 7. oktober 2023, tá hann varð skræddur úr heimi teirra í Kibbutz Nahal Oz. Seinastu ferð, hann er sæddur á lívi, var tann 24. apríl í ár, tá Hamas kunngjørdi eitt videobrot, har hann sæst við stórum skeggi um andlitið. Dani, pápin, gongur eisini við stórum skeggi. Hann hevur ikki rakað tað, síðani sonurin varð tikin. Saknurin er ómetaliga sárur og svárur, og Dani, sum skjótt verður 80 ár, hevur ikki búð heima, síðani sonurin varð tikin. Hann flutti til Tel-Aviv, har hann regluliga savnast á Hostage’s Square at tosa, syrgja og upplýsa.
Har er eitt hav av gulum. Guli liturin súmboliserar tey, ið órættvíst verða afturhildin í Gaza. Vónin er at fáa tey øll heim. Spurningurin er bara, hvussu tað skal kunna lata seg gera, og fólk eru ymisk á máli – summi ynskja eina vápnahvíld, har í hvussu er ein partur av gíslunum sleppur heim, meðan onnur halda, at stjórnin skal seta hart ímóti hørðum og ikki góðtaka nakra avtalu, sum ikki inniheldur, at allir gíslarnir verða leyslatnir í einum. Dani gevur eisini sína ónøgd til kennar um Reyða Kross, sum hann metir ikki at hava røkt uppgávu sína og fáa til vega vitan og upplýsingar um gíslarnar, meðan felagsskapurin sýnist at hava nógv størri áhuga fyri palestinskum fangum, sum sita í ísraelskum fongslum.
Meðan Leah Goldin hevur lært seg at liva við veruleikanum um, at sonur hennara er deyður, so er Dani Miran framvegis í ómetaliga stórari sorg og djúpum trauma. Eins og so ómetaliga nógvir ísraelar innast inni eru.
EMPTY OF VALUES BUT FULL OF HATRED
Beni Sabti var føddur í Tehran og vaks upp undir kollveltingini í 1979. Familjan flýggjaði undan radikala harðstýrinum og búsettist í Ísrael. Beni er ein av fremstu serfrøðingunum, tá tað kemur til Iran og ætlanir tess at leggja einasta jødiska statin í heiminum, Ísrael, í oyði.
Beni sigur, at høvdið á yvirgangs-eiturorminum er Iran – also, iranska prestastýrið. Ikki vanligi iranin, sum ynskir frælsi og demokrati. Ja, júst tað, sum Ísrael hevur. Nei, tað er iranska kollveltingarhirðin, sum hevur fíggjað og veitt Hamas, Hezbollah og Houthiarunum vápn, venjing og so mangt annað at oyðileggja Ísrael við. Allir hesir islamistisku yvirgangsbólkarnir – hesar deyðskultirnar – hava tað sum greitt endamál, at jødarnir skulu burtur, og at Palestina skal vera skrallað fyri jødar frá ánni til havið. Á dett málrættaða og meingsfulla lív, ha? Du godeste.
“Empty of values, but full of hatred”, sum Beni Sabti segði og vísti á í eini framløgu fyri okkum, har hann samstundis eisini vísti á týðiligu tekinini um, at, hóast eiturormurin er illa særdur júst nú, so spreiðir hann framvegis snildisliga sína gift kring allan Vesturhemin, eisini í Norðurlondum – hann nevndi m.a. Svøríki. Eisini nevndi hann, at Iran rekur einki minni enn 37 islamisk centur í Týsklandi. Hyggasíggj.
Ná, má bara enda, hugsi eg. Klokkan nærkast midnátt her á Sýnini í Leirvík, og tá klokkan í Tel-Aviv og Ísrael er tveir tímar frammanfyri, ja, so er nátt har. Feriutíðin er forbí, so neyvan er so nógv lív í framvið strondini soleiðis mitt í viku. Og spurningarnir koma sníkjandi: Sóu vit veruleikan har niðri? Ella vórðu vit drigin upp á tráð? Spældu øll sjónleik fyri okkum? Eru ísraelar í veruleikanum fólkadrápsmenn? Elskar IDF at svølta, skjóta og drepa børn? Er Ísrael tað reina apartheid og nazisma? Tað var í hvussu er tað, man hoyrdi frá fleiri, tá farið varð.
Eg kann ikki siga annað enn tað, eg sá, og tað var eitt demokrati. Eitt frælst fólk, har í hvussu er tey allarflestu sýnast at ynskja frið. Eitt rættiliga, rættiliga rúmsátt samfelag. Fólkið - í øllum sínum ymiskleika - sýnist at elska landið og lívið, og tað sæst og skilst á øllum brøgdum. Tað, sum er grátt og turt hinumegin ísraelska markið, ja, tað er mangastaðni grønt og fruktagott hesumegin – tað havi eg sæð við mínum egnu eygum. Ísraelar byggja nógv, og byggikranar standa nógvastaðni. Tað verður bygt uppeftir, og nógv háhús standa í gerð. Tað skal vera ómetaliga løgið, at eitt tílíkt fólk, sum sýnist elska lívið, at byggja og betra, at velta, sáa og heysta, at granska og finna loysnir á líkum og ólíkum, skal vera óndskapurin sjálvur.
Hamas, harafturímóti, hevur fingið óteljandi milliardir at arbeiða við, síðani deyðskultin fekk valdið í Gaza í 2006. Hvat man hevur bygt uppeftir, veit eg ikki, men man hevur í hvussu er bygt nógv niðureftir. Langar, smælar og óhugnaligar terrortunlar. Fleiri, fleiri hundrað kilometrar. Hvat sigur tað ikki nógv um lívið. Ella deyðan. Og nú – afturfyri ræðuliga álopið 7. oktober 2023, afturfyri bestialsk dráp, afturfyri neyðtøkur og afturfyri gíslatøkur – ætlar heimssamfelagið at viðurkenna palestinska statin. Jú jú. Tað er kanska handavegin, vit skulu hugsa, um loysingin skal koma í hús. Skemt til viks.
Longri enn eygað røkkur, so er Ísrael umringað av londum við harðræði og einaræði. Har er fólkið ikki frælst. Ísrael stríðist ímóti deyðskultum. Fólki, ið elskar deyðan meiri enn lívið. Hamas, Hezbollah, Houthi og hini. Deyðskultir, sum fegnar ofra egið fólk, um tað tænir hægru søkini, sum er at útsletta jødarnar og jødiska statin. Tað er tað stutta av tí langa. Hóast alt hetta, so er júst hetta landið – Ísrael – hitt einasta staðið, har jødar veruliga kenna seg tryggar. Kenna seg heima. Flyta til úr øllum heiminum.
Antisemitisman hevur altíð verið stór, og tað eru bara 80 ár síðani, at ræðuleikarnir við Holocaust so spakuliga dagaðu undan og komu í ljósmála. Fleiri enn 6 milliónir jødar útruddaðir. Mitt í Evropa. Á alljósum degi. Síðani ræðuliga yvirgangsálopið hin 7. oktober 2023 er – so ótrúligt tað ljóðar – antisemitisman aftur exploderað allastaðni, ja, sjálvt mitt í hjartanum á okkara kæra kongaríki er hesin sannleiki púra opinberur: Jødar hava m.a. ikki savningarfrælsi. Við synagoguna í Krystalgade 12 í Keypmannahavn standa alvápnaðir vaktarmenn og ansa eftir allan sólarringin! Í Svøríki er støðan ikki frægari. Heldur ikki í Noregi.
Eins og allur Vesturheimurin, so eiga føroyingar eisini ein ómetaliga djúpan og sterkan jødakristnan arv. Alskurin til lívið og frælsisfruktirnar av hesum arvi – hesum træi við djúpu jødakristnu rótini – ja, tær eru opinberar. Tað eru fruktir islams eisini, har tann trúgvin og tað regluverkið er rullað fult út. Demokrati og persónligt frælsi mótvegis harðræði og ófrælsi.
Ná, nú endi eg. Og tað verður við at endurgeva ein annan enda. Nevniliga endan á bókini “On Democracies and Death cults” hjá Douglas Murray. Murray er kendur journalistur og rithøvundur. Seinasta reglubrotið er soljóðandi:
“ “Choose life” is one of the most important commandments of the Jewish people. It is also one of the fundamental values of the West. They, and all of us, can win inspite of the enemy loving death. Because there is nothing wrong with loving life so much. It is the basis on which civilisation can win.”