Fólkaflokkurin

Hví skulu vit vera tænarar fyri onnur lond?

Útgivið 11.19.24
|
Skrivað av Rebekka

Vit vita, at vit fara at hava brúk fyri olju nógvu næstu árini. Ja, vit kunnu velja at lata vera við at leita eftir olju. Men um vit gera tað, eru vit noydd til at hella høvdið ímóti Putin ella Miðeystri fyri at kunna keypa olju har. Ella vit kunnu eisini velja at fara eftir okkara egnu olju, og tað gera vit við grønari orku – ja, tann mest burðardygga oljuleiting sum finst í dag.

Í Norðurevropa er nógv olja eftir – sannlíkt eisini í Føroyum.  So hvørt sum tær “gomlu” oljuleiðirnar í Norðsjónum og vestanfyri Hetland verða latnar aftur, so gerst tað truplari og truplari at útvinna olju her uppi í Norðuratlantshavi.

Tí er spurningurin eisini, um vit ikki  eiga at fáa gongd á oljuframleiðsluna her um leiðir.

Rosebank, har bretar útvinna olju, liggur umleið 10 kilometrar frá føroyska markinum. 

Sjálvandi er tað olja í føroysku undirgrundini eisini.

Vit kunnu ikki bara standa og hyggja at og ganga sum tænarrar fyri onnur oljulond, meðan tað allarhelst er fult av olju í okkara egna øki. Vit eiga sum skjótast fara at leita og útvinna olju sjálvi.

Eg var við Rættarnevndini í London herfyri. Kom í prát við ein bretskan politikkara. Spurdi, um tey fóru í gongd við oljuleiting við Rosebank.

Hann svaraði mær: Vit vita, at vit fara at hava brúk fyri olju nógvu næstu árini. Ja, vit kunnu velja at lata vera við at leita eftir olju. Men um vit gera tað, eru vit noydd til at hella høvdið ímóti Putin ella Miðeystri fyri at kunna keypa olju har. Vilja vit tað?

Ella vit kunnu eisini  velja at fara eftir okkara egnu olju, og tað gera vit við grønari orku – ja, tann mest burðardygga oljuleiting sum finst í dag.

Hetta eru júst somu spurningar, sum vit her í Føroyum eiga at seta okkum sjálvi.

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag