Fólkaflokkurin

Kaldbak skal upp á sama støði sum onnur økir í Tórshavnar kommunu

Útgivið 11.11.24
|
Skrivað av Rebekka

At Kaldbak nú hevur fingið eina nýggja høll, eitt borgarahús, er gleðiligt.

Vit eiga tó ikki at steðga á her.

Øll sum kenna eitt sindur til viðurskiftini í Kalbak vita, at nógv framvegis liggur eftir á lánið fyri at Kaldbaks bygd kann koma uppá sama støðið sum onnur økir í kommununi.

Nøkur av teimum íløgum, sum neyðugar eru at gerða í komandi býráðssetu eru hesar:

At nýggjur tíðarhóskandi barnagarður verður bygdur
At nýggjur fríðtíðarskúli verður bygdur
At vegirnir inn í Kaldbaks bygd verða høvuðsumvaldir og breiðkaðir, av tí at hesir als ikki eru nóg tryggir til fersluna eitt nú  hjá bussum og lastbilum í bygdini.
At ein varandi útstykkingarætlan verður gjørd fyri bygdina, so ungdómurin í bygdini kann síggja møguleikar til at búseta seg í bygdini í framtíðini.
At meira peningur verður settur av til at fríðka um í Kaldbaks bygd.

Vit í Fólkaflokkinum halda tað vit lova og taka veruliga ábyrgd, eisini fyri Kaldbak, um vit verða vald og koma í eina býráðssamgongu.

Vel tí Fólkaflokkin til býráðsvalið 12. novembur.

 

Birgir Nielsen

býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag