Fólkaflokkurin

Parkeringin skal loysast

Útgivið 11.02.24
|
Skrivað av Jógvan Skorheim

Tað eru bilar, so langt eyga sær, og avbjóðingin við parkering í býi okkara er vorðin ótolandi. Á fleiri vegastrekkjum kunnu tveir bilar als ikki møtast, tí vegirnir verða brúktir til parkering, heldur enn at koyra á.

Eisini í miðbýnum kann tað vera ringt at finna parkeringspláss, tá ið fleiri tiltøk eru í økinum samstundis, og millum annað manglandi uppmerking ger, at økini als ikki verða gagnnýtt nóg væl.

Í miðbýnum sær parkeringin enn sera tilvildarlig út, og satt at siga er trupult at fáa eyga á yvirskipaða leistin. Her má finnast ein loysn, ið savnar partarnar í miðbýnum, so miðbýurin og lívið í økinum, best møguliga fær sín tørv á parkering nøktaðan.

Avbjóðingarnar eru eisini eyðsýndar í teimum ymisku býlingunum í býnum. Nakað munagott skal gerast, um skil aftur skal fáast á parkeringsóskilinum.

Tað er ein sannroynd, at nógvu bilarnir á vegnum órógvað ferðsluna, fólk til gongu, tryggleikan í ferðsluni og ikki at gloyma – kavaruddingina.

Fái eg møguleikan aftur at sita við leiðslu í býráðnum, fari eg við fullum huga at arbeiða miðvíst fyri at loysa parkeringstrupulleikarnar í býnum.

Skipað ætlan og loysnir skulu finnast fyri allar býlingar, og miðvíst arbeiði skal gerast fyri at loysa hesar stóru avbjóðingar.

Jógvan Skorheim
Valevni Fólkafloksins

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag