Vit hava so ómetaliga nógvar menningarmøguleikar í Klaksvík, so nógvar styrkir, sum bara bíða eftir, at vit sum býur og sum kommuna fara miðvíst eftir teimum og fara samskipað til verka fyri at gera hendan staðin spennandi og attraktivan. Eg veit av royndum, at tað ber til at lyfta Klaksvík upp á nýggjar hæddir, men tað krevur eina sterka politiska leiðslu, sum hevur visjónir.
Eitt og hvørt land hevur ein høvuðsstað, har allir streymar nátúrliga renna inn, uttan at tað krevur ein eyka innsats. Tað hendir óansæð, tí hesum syrgir sentralisman fyri.
Fyri Klaksvík sum kommunu og sum bý eru fortreytirnar eitt sindur øðrvísi, tí hóast vit eru næst størsti býurin í landinum, sum í sær sjálvum gevur fleiri fyrimunir, so mugu vit ongantíð gloyma, at vøkstur Klaksvíkar á ongan hátt er komin av sær sjálvum.
Nei, Klaksvík hevur ment seg fult og heilt við egnum mátti og vilja, og tí er tað so ómetaliga umráðandi, at vit, sum liva og virka her í lokalsamfelagnum, ongantíð gevast við miðvísa arbeiðnum at menna og byggja henda bý og gera hetta lokalsamfelag enn betri at búgva og virka í – og at vitja.
Fólkið á hesum staði hevur so mangan víst í verki, at “vilja vit, so vinna vit”, og tað er hetta, ið eg – bæði sum privatpersónur og sum býráðspolitikari – brenni fyri at gera til veruleika enn einaferð, soleiðis at Klaksvíkar býur og kommuna tey komandi árini skal røkka nýggjum hæddum og sigrum.
Eg eri 42 ára gamal klaksvíkingur, her eg havi havt tann framíhjárætt at verið borgarstjóri í 8 ár – ein fantastiskt tíð, har vit tóku mong lógvatøk og náddu nýggjum málum. Og fyri at siga sum er, so brenni eg fyri at taka við ábyrgd í býráðnum sum partur av einum meiriluta, so vit kunnu halda fram við arbeiðnum og seta nýggj høg mál fyri Klaksvík.
Vit hava so nógvar menningarmøguleikar í Klaksvík, so nógvar styrkir, sum bara bíða eftir, at vit sum býur og sum kommuna fara miðvíst eftir teimum og fara samskipað til verka fyri at gera hendan staðin spennandi og attraktivan. Eg veit av royndum, at tað ber til at lyfta Klaksvík upp á nýggjar hæddir, og eg vil fegin manna eina sterka politiska leiðslu, sum hevur visjónir og hevur neyðugu styrkina til at gera hesar visjónir til veruleika.
Eg gleði meg til at skapa eina spennandi framtíð fyri okkum her í Klaksvíkar kommunu.
Jógvan Skorheim
Fólkaflokkurin