Fólkaflokkurin

Fíggjarkarmurin fyri 2025 – Á rættari kós

Útgivið 10.06.24
|
Skrivað av Oddmar á Lakjuni

Eg eri klárur til at halda fram við at byggja eina kommunu, har trivnaður og framtíðartryggleiki ganga hond í hond, og vit leggja grundarlagið fyri eina góða og trygga framtíð fyri borgararnar í Klaksvíkar kommunu.

Við nýsamtykta fíggjarkarminum fyri 2025 er tað við gleði, at vit kunnu staðfesta, at Klaksvíkar kommuna er á rættari kós.

  • Lutfallið millum inntøkur og rakstur lækkar
  • Væl undir álíkningini
  • Nógv færri bindingar
     

Lutfall millum inntøkur og rakstur

Ein av týdningarmestu ásetingunum í fíggjarkarminum er, at útreiðslurnar ikki vaksa skjótari enn inntøkurnar.

Í 2020 var lutfallið millum inntøkur og rakstur 75%, sum merkir, at av hvørjum 100 krónum, ið komu inn í kommunukassan, fóru 75 krónur til rakstur, meðan restin kundi nýtast til íløgur og at rinda skuld niður við.

Lutfallið hækkaði nakað í 2021 orsaka av hækkandi prísstøði og fallandi inntøkum, men vit hava miðvíst arbeitt fyri at fáa hetta lutfallið niður aftur, og hava hækkandi inntøkurnar eisini stuðla undir at náa málsetninginum.

Á fíggjarnevndarfundinum í síðstu viku, tá fíggjarkarmurin fyri 2025 bleiv lagdur fyri, mælti eg til, at lutfallið millum inntøkur og rakstur skal koma niður á 75% í 2025. Hetta uppskotið fekk fullan stuðul í fíggjarnevndini og eisini frá einum samdum býráði. At hava ein greiðan karm er týdningarmikið, nú vit fara neyvari at leggja fíggjarætlan fyri tað komandi árið, tí tað tryggjar, at vit hava pening til íløgur og til at rinda skuld niður við – við øðrum orðum, at vit halda eina støðuga og sunna fíggjarkós.

Hetta er nakað, ið eg áhaldandi havi víst á í mínum býráðsarbeiði, og tí er tað at fegnast um, at hetta lutfall er lækkandi og mín ætlan er, at framhaldandi skal verða sett fokus á, at fáa hetta lutfallið at lækka, soleiðis at tað eisini verður rásarúm at koyra skattaprosentið longur niður.

 

Framdar íløgur, prís- og lønarvøkstur

Seinastu árini hava vit framt fleiri týdningarmiklar íløgur í trivnaðin, sum hava verið við til at økt um raksturin hjá kommununi, so sum matarskipan, víðkað ítróttarøki, Varpið og nýggjan barnagarð. Eisini hava vit hækkað barnafrádráttin.

Samstundis hava vit eisini staðið við avbjóðingum, sum hava havt týdning fyri fíggjarstýringina. Koronafarsóttin og kríggið í Evropa hava økt útreiðslurnar á fleiri økjum, og ávísar lógarbroytingar og lønarvøkstur hava somuleiðis gjørt, at raksturin er hækkaður.

Hóast allar hesar útbyggingar og avbjóðingar hevur tað eydnast okkum at varðveita sama lutfall millum inntøkur og rakstur, og hetta ber boð um eina skilagóða og ábyrgdarfulla fíggjarstýring, eins og at inntøkurnar hjá kommununi hava verið góðar. Vit hava megnað at tryggja eina burðardygga fíggjarstøðu, samstundis sum vit hava hildið fast við at veita borgarunum góða tænastu og framt týdningarmiklar íløgur.

Tað er neyðugt, at dentur áhaldandi verður lagdur á, at raksturin ikki hækkar meiri enn inntøkurnar, og tað er nakað, ið eg aftur komi at seta í brennidepilin, nú fíggjarætlanin fyri 2025 skal viðgerast nærri.

 

Sáttmálabundnar íløgur

Klaksvíkar kommuna hevur tey seinastu árini gjørt stórar og kostnaðarmiklar íløgur, sum hava styrkt um trivnað og menning á øllum økjum í kommununi.

Í 2021 tá ið vit komu til, hevði Klaksvíkar kommuna sáttmálabundin arbeiðir og treytaðar tilsøgnir uppá 200 mió. kr. Hetta sæst í roknskapinum fyri 2020 á síðu 8. Hesar íløgurnar eru allar liðugt gjørdar í okkara býráðssetu, ímeðan vit eisini hava framt og sett aðrar í gongd.

Í 2025 verða sáttmálabundin arbeiðir og treytaðar tilsøgnir uml. 30 mió. kr. Hetta kann tó broytast alt eftir hvussu síðsti fjórðingurin av 2024 hilnast. Størsti parturin av teimum sáttmálabundnu íløgunum fyri komandi ár er, liðugtgerð av lendisarbeiði viðv. nýggjum hotelli, liðugtgerð av hornaskýlinum og eisini liðugtgerð av vegnum og parkeringsplássinum við Stangavegin.

Komandi býráðsleiðsla kemur ikki at møta somu bindingum, sum vit gjørdu, tá vit tóku við. Hetta merkir, at komandi leiðsla fær eitt rúmligari fíggjarligt rásarúm at arbeiða við, og tað er ein beinleiðis avleiðing av okkara fíggjarstýring.

Eg eri klárur til at halda fram við at byggja eina kommunu, har trivnaður og framtíðartryggleiki ganga hond í hond, og vit leggja grundarlagið fyri eina góða og trygga framtíð fyri borgararnar í Klaksvíkar kommunu.

 

Oddmar á Lakjuni

Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag