Fólkaflokkurin

Nú skulu vit fáa fleiri fríhandilsavtalur

Útgivið 19.06.26
|
Skrivað av Rebekka

Fyrr kundi tað vera ein avbjóðing at fáa fundir við onnur lond. Í dag er støðan ein onnur. Nú vilja onnur lond ikki bara tosa við okkum – tey senda eisini umboð til Føroya. Tí eiga vit at brúka hesa støðuna til at fáa so nógvar fríhandilsavtalur sum gjørligt.
Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Uttanlandsnevndini, sum seinastu tíðina hevur havt vitjan av trimum sendimonnum.
Jørgen var eisini ein av fyrstu uttanríkisráðharrunum, Føroyar hava havt. Hann hevur tískil upplivað, hvussu støðan hjá Føroyum á altjóða pallinum er broytt, og hvussu vit kunnu brúka hesar møguleikar til at styrkja Føroyar.

Hoyr innslag í Kringvarpinum her: Form. í uttanlandsnevndini: Stórur útlendskur áhugi fyri Føroyum.

 

Jørgen ein tann fyrsti uttanríkisráðharrin

Í fjør gjørdi Fólkaflokkurin poddvarp um evnið. Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen, sum vóru fyrstu uttanríkisráðharrarnar í Føroyum, hugleiða um, hvussu nógv er broytt gjøgnum ár og dag.

Teir greiða eisini frá, hvussu teir eru møttir av donskum myndugleikum á altjóða fundum, og hvussu teir hava staðið fast við, at tað eru vit í Føroyum, sum eiga at samráðast og hava avgerðarrættin.

Og ikki minst tosa teir um, hvussu “fíggindin” hjá Føroyum í altjóða politikki hevur broytt seg.
Høgni og Jørgen eru samdir um nógv – men í endanum av partinum taka teir eisini eitt evni fram, har teir eru rúkandi ósamdir.
Hoyr poddvarpið her: Skiftandi fíggindin.

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag