“...Hampuliga góð sannlíkindi eru fyri, at tað liggja fleiri hundrað milliónir tunnur av olju á føroyska-bretska markinum og beint okkaru megin markið”
Soleiðis varð sagt í útvarpstíðindini á døgurða í dag.
Nógv tey seinastu árini havi eg fleiri ferðir verið frammi og víst á tað alneyðuga í, at vit aftur seta gongd á oljuleiting í føroyskum øki.
Tað sýnist nú, tíbetur, sum at fleiri og fleiri, bæði innan og uttan fyri Løgtingið, eru samd við mær í hesum. Hetta er eisini upp á tíðina. Tí nú mugu vit gera skjótt av og handla.