Fólkaflokkurin

Tórshavnar kommuna skal stovna frítíðatilboð til børn í 3. flokki

Útgivið 10.15.24
|
Skrivað av Rebekka

Eitt gott og skipað frítíðartilboð til børnini hevði gagnað familjunum væl. Og tá familjurnar hava tað gott, gerst alt samfelagið betri. Tað sigur Annfinn Hjelm, valevni hjá Fólkaflokkinum til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu.

Í Føroyum - og kanska serliga í Tórshavn - arbeiða vit nógv, og tað er gott fyri nógv ting.

Tó er vandi í hvørjari vælferð.

Vansin við at foreldur at yngri børnum arbeiða nógv, er m.a. at børnini kunnu svíða, tí foreldrini eru ov upptikin á arbeiðsmarknaðinum.

Kanningar vísa somuleiðis, at summi ung børn, ið ikki eru saman við vaksnum, hava størri vanda fyri mistrivnaði - og tað er sanniliga óheppið.

Tí hevði tað verið upplagt, at høvuðsstaðarkommunan bjóðar eitt frítíðartilboð til børn í 3. flokki. Eitt gott frítíðartilboð við skipaðum viðurskiftum.

Eyðvitað, er ikki talan um at øll børn skulu í frítíðarskúla, men hetta skal vera eitt tilboð, sum foreldrini, sum kenna síni egnu børn best, skulu hava møguleika at velja til.

Alt kann nevnliga ikki gerast upp í pengum, tí mugu vit eisini hugsa um tað, sum gagnar familjuni. Tí tað gagnar eisini børnunum - sum er tað dýrabarasta vit eiga. Í síðsta enda gagnar hetta øllum samfelagnum.

Um hetta skal vera gjørligt, er neyðugt við einum sterkum Fólkaflokki í Tórshavnar kommunu.

Vel lista A

Vel Annfinn Hjelm

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag