Næmingar ganga í skúla ein stóran part av barna- og ungdómsárunum. Tí er tað sera umráðandi, at skúlin er stuðlandi og kveikjandi, soleiðis at einstaki næmingurin trívist, og gerst búgvin og mentur at møta lívinum.
Næmingatalið í hvørjum flokki eigur at lækkast. Og tí fegnist eg um, at gongd er í hesum nú.
Tvílæraraskipanin eigur at verða raðfest og styrkt. Ikki bara í byrjanardeild og miðdeild, men eisini í hádeild. Við hesum verða fleiri áhugaverdar hurðar latnar upp. Eitt nú at arbeiða meira skapandi, handaligt, kannandi og verkligt.
Eisini letur tað upp fyri, at lærarar kunnu sparra og læra av hvørjum øðrum í slíkari skipan.
Les samrøðuna, sum Skúlablaðið gjørdi við Bárð á Lakjuni her: http://skulabladid.fo/tv%C3%ADl%C3%A6raraskipan-eigur-at...