Fólkaflokkurin

Skattgjaldarin eigur at fáa so nógv sum gjørligt fyri pengarnar

Útgivið 02.17.24
|
Skrivað av Beinir Johannesen

Landsgrannskoðanin vísir í síni ársfrágreiðing fyri fíggjarárið 2022, at stovnar undir landinum ikki altíð fylgja reglunum um útboð.

Manglandi útboð av vørum og tænastum kann hava við sær, at skattgjaldarans pengar ikki verða umsitnir á nóg góðan hátt. Hetta elvir til hægri almennar útreiðslur enn neyðugt er.

Fyri at vita, um landsstýriskvinnan ætlar at tryggja, at reglurnar verða fylgdar frameftir, hevur Beinir Johannesen sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu ein grein 52-fyrispurning.

Les nærri um grein 52-fyrispurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10741 

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag