Fólkaflokkurin

Yvirtøka av loftrúmi fer at skapa stórar møguleikar.

Útgivið 02.27.24
|
Skrivað av Beinir Johannesen

Ein yvirtøka av loftrúmi og loftferðslumyndugleika fer at skapa fleiri førleikakrevjandi størv og stórar møguleikar fyri víðari menning innan okkara flogvinnu.

Seinastu tvær fíggjarlógirnar eru pengar settir av til hetta. Tó hevur ikki verið nógv at frætt, hvat hendir á hesum øki.

Beinir Johannesen hevur tí sett Aksel V. Johannesen, løgmanni, munnligan fyrispurning um, hvussu tað gongur við at fyrireika yvirtøku av loftrúminum og loftferðslumyndugleikunum.

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag