Sjónvinnustýrið er ein týðandi stovnur, sum arbeiðir við at verja umhvørvið, rættartrygdina hjá viðskiftafólkunum og at skapa góðar karmar fyri vøkstri í sjóvinnuni.
Bygningurin, tey húsast í, hevur Fólkaflokkurin arbeitt hart fyri.
Tá Jørgen Niclasen var landsstýrismaður tók hann avgerð um, at stovnurin skuldi staðsetast í Vágum. Soleið bleiv eisini, tá avtodnaði. Enntá í einum stásiligum bygningi, sum bleiv bygdur til endamálið.
Tað er umráðandi, at ein so týðandi stovnur sum Sjóvinnustýrið hevur góðar karmar. Og tað gleðast vit um, at so er.
Takk fyri, at vit kundu koma á vitjan, og fyri upplýsandi fundin. Tit gera eitt megnar arbeiði.