Tinglýsingaravgjaldið skal lækka.
Tað skal gerast fíggjarliga betri møguligt at seta føtur undir egið borð. Fyri at ganga eitt stig rætta vegin, hava vit gjørt eitt uppskot klárt, um at lækka tinglýsingargjaldið.
Hækkandi bústaðarprísirnir seinastu árini hava gjørt tað torførari hjá fólki at seta føtur undir egið borð. Hetta eiga vit at taka í størsta álvara. Og tað gera vit í Fólkaflokkinum.
Vit fara tí at leggja uppskot fram, sum snýr seg um at lækka tinglýsingaravgjaldi úr 1% niður á 0,5%. Hetta skal gerast yvir tvey ár; og tá avgjaldið er komið niður á 0,5%, er støðið tað sama, sum tað var í 2016.
Tað merkir fyri ein, ið keypir eina ogn á 3,8 mió. kr. (miðalprísurin í Tórshavn í fjør) eina sparing uppá 19.000 kr.
- Vit eru væl greið yvir, at hetta ikki er nógv í stóru myndini. Tó eru vit sannførd um, at hetta er eitt stig rætta vegin fyri at lætta um hjá føroyingum, ið keypa fastogn.
At marknaðurin broytist er ikki nakað, ið man fær broytt nakað serligt frá politiskari síðu, men hinvegin eru nøkur ting, ið man kann broyta. Millum annað tinglýsingaravgjaldi.
Fólkaflokkurin hevur í fleiri umførum gjørt vart við, at tað er ov trupult at seta føtur undir egið borð. Herfyri settu vit landsstýriskvinnuni spurning um, hví bygningskunngerðin, sum hevur verið virkin í sjey ár, ikki eftirmett.
- Hetta gjørdu vit tí fleiri spurningar høvdu stungið seg upp. M.a. um krøvini í kunngerðini eru rímilig, og um tey ikki eru við til at dýrka óneyðuga nógv um byggikostnaðin.