Fólkaflokkurin

Dupultskattingin skal steðga.

Útgivið 03.08.24
|
Skrivað av Jørgen Niclasen

Nógvir føroyingar, sum arbeiða uttanlands, eru noyddir at rinda til Folketrygden. Inngjaldið er 8,2% av lønini.

Hendan trygging dekkar eina røð av umstøðum, men stórur partur er eftirløn. Felags fyri øll útgjøld, eisini eftirløn, er, at tey eru skattskyldug við útgjald.

At § 154 b frádrátturin bleiv strikaður fyri jól merkir, at alt verður dupultskattað, t.v.s. skattað bæði við inngjald og útgjald

Nógv orrusta var, tá vit í Føroyum fóru frá at eftirskatta eftirlønir til at forskatta eftirlønir.

Við núverandi skipan er talan um bæði forskatting og eftirskatting av eftirlønum hjá ávísum útisiglarum. Tað kann ikki verða rímiligt.

Fyri at sleppa undan dupultskatting leggur Jørgen Niclasen vegna Fólkaflokkin lógaruppskot fram.

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag