Fólkaflokkurin

Pengar fyri bøtur í Føroyum eiga at fara í føroyska landskassan.

Útgivið 03.27.24
|
Skrivað av Jørgen Niclasen

Almennur myndugleiki og alment partafelag eru samd um bót, sum tekur pengar úr landskasanum og síðani flytir hana inn í danska statskassan.

Hetta er løgið, tí í síni tíð gjørdi landsstýrið avtalu við donsku stjórnina um, at bøtur fyri brot á fiskivinnulóggávuna skuldu rindast til landskassan. Tað varð mett rímiligt, tí eftirlitið varð rindað av landskassanum.

Men soleiðis er ikki fyri allar bøtur. Tí allar hinar bøturnar enda í danska landskassanum.

Í sambandi við hetta hevur Jørgen Niclasen spurt løgmann, um hann ætlar at fáa landsstýrið at samráðast við donsku stjórnina um hetta.

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag