Fólkaflokkurin

1162 dagar av oysl! Frá yvirskot til hall

Útgivið 13.03.26
|
Skrivað av Rebekka

Øll, ið hava havt eitt sindur við fíggjarstýring at gera, vita at tað er alneyðugt at hava tamarhald á útreiðslunum. Tað er líkamikið um talan er um eins egna húsarhald, ein kommunalan kassa ella landskassan. Hetta tí at inntøkur lættliga kunnu sveiggja og tað er óðamannaverk at seta seg fyri størri forbrúk enn inntøkurnar loyva.

Tíanverri er tað bara eingin í vinstra-samgonguni sum hevur lært hendan barnalærdómin, tí tá løgmaður endiliga tveitti handklæði í ringin, kann staðfestast at eisini hesuferð hevur vinstravongurin liva yvir evnið.

Fortreyturnar vóru annars góðar, tí landskassin hevði havt góð úrslit áðrenn vinstra-samgongan tók við. Samstundis lovaði serliga hin eini samgonguflokkurin, at fíggjarligt haldførið skuldi raðfestast høgt.

Veruleikin er tó ein annar. Um hugt verður eftir alment atkomuligum upplýsingum á heimasíðini hjá Gjaldstovuni sæst hendan ræðandi gongdin:

Seinasta árið Fólkaflokkurin sat við fíggjarmálum hevði landskassin yvirskot á næstan 200 mió kr. Harafturímóti hevur sitandi vinstra-samgonga havt hall øll árini hon hevur sitið og er samlaða upphæddin komin  uppá ørandi 541 mió kr.

Hetta svarar til at 465.576 kr., ella ein knøpp hálv millión meira enn inntøkurnar, eru brúktar ov nógv hvønn einasta dag í samgongutíðarskeiðnum.

Tílíkt ábyrgdarloysi ber sjálvsagt ikki til í longdini og tí er at vóna, at veljarin fer at velja ein flokk sum torir at taka ábyrgd og sum vil steðga bløðingini.

Vel lista A

Vel Annfinn Hjelm

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag