Fólkaflokkurin

Tað skal verða lættari at seta búgv í Føroyum

Útgivið 03.10.26
|
Skrivað av Rebekka

Í Føroyum hava vit ein stóran bústaðartrupulleika. Ung finna ikki bústað, og familjur bíða leingi eftir heimi. Hetta er tó ikki ein nátúrligur trupulleiki - hann er í stóran mun skaptur av skipanum og reglum.

Bygging er vorðin nógv dýrari. Strangar reglur og skattaskipanir gera tað torført at byggja, serliga smærri bústaðir.

Samstundis gera skatta- og avskrivingarreglur, at smærri leigubústaðir - júst tann bústaðartypan, sum nógv ung hava tørv á - ikki verða bygdir.

Fígging er eisini ein avbjóðing. Peningastovnarnir í Føroyum eru fáir, og tí kann tað vera trupult at fíggja góðar verkætlanir.

Í dag byggir almenna bústaðarfelagið Bústaðir sjálvt bústaðir fyri almennar pengar, men spurningurin er, um fleiri bústaðir kundu komið burtur úr, um almennir pengar heldur vórðu brúktir til lán til privatar verkætlanir.

Føroyum manglar ikki fólk, sum vilja byggja. Tað, sum manglar, eru skipanir, sum gera tað møguligt.

Um vit vilja loysa bústaðartrupulleikan, krevst broyting.
Sum umboð fyri Fólkaflokkin ynski eg at arbeiða fyri:

• MVG-afturbering av bústaðarbygging heldur enn rentustuðul
• At tillaga avskrivingarreglurnar fyri leigubústaðir
• At endurskoða bygningskunngerðina út frá føroyskum viðurskiftum
• At bjóða bústaðarbygging hjá landinum út til privatar aktørar

Steffan Abrahamsson Løkin
Valevni fyri Fólkaflokkin

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag