Á aðalfundinum hjá Suðuroyar Fólkafloksfelag bleiv Knútur Nygaard heiðraður fyri at hava sitið í nevndini hjá Suðuroyar Fólkafloksfelag í 39 ár, umframt í floksleiðsluni í 42 ár.
At hava góð og virkin fólk í nevndum og í baklandinum, er ikki nøkur sjálvfylgja. Eitt ólønt arbeiði, sum hevur ómetaliga stóran týdning fyri flokkin.
Og viðhvørt møta vit fólkum, sum eru óvanliga trúføst og áhaldin. Ein teirra er Knútur Nygaard, sum hevur sitið í 39 ár í nevndini hjá Suðuroyar Fólkafloksfelag og 42 ár í floksleiðsluni.
Á aðalfundinum, sum varð hildin leygardagin, valdi hann at takka fyri seg. Í tí sambandi varð hann heiðraður við einum blómutyssi og minnisplátu, sum JIT hevði gjørt til høvið. Umframt tað helt Jacob Vestergaard, tingmaður, røðu um stóra arbeiðið, sum Knútur leggur eftir seg – og um týdninginum av tí trúfesti.
Suðuroyar Fólkafloksfelag og Fólkaflokkurin takka Knúti so hjartaliga fyri stóra og ótroyttiliga arbeiðið.
Nevndin hevur skipað seg
Umframt heiðranin, bar Jóhan Eli Poulsen, fram formansfrágreiðingina. Hann greiddi frá, hvat felagið hevur arbeitt við, og hvørjar ætlanir eru fyri framtíðina. Serligur dentur varð lagdur á týdningin av, at Suðuroyartunnilin verður framdur skjótast gjørligt. Fundarfólkið var samd um, at øll mugu standa saman um at fáa tunnilin framdan so skjótt sum til ber.
Jacob Vestergaard, tingmaður, gav eina støðumeting av politiska landslagnum og greiddi frá, hvørjar broytingar kunnu hugsast at fara fram í næstum. Hann svaraði nógvum spurningum frá áhugaðum fundarfólki, og varð talan um ein livandi og innihaldsríkan
Á aðalfundinum vóru hesir nevndarlimir og tiltakslimir afturvaldir, og hevur nevndin skipað seg soleiðis:
Nevndin í Suðuroyar Fólkafloksfelag:
Tiltakslimir:
Eykafloksleiðsla: