Fólkaflokkurin

TAKK

Útgivið 03.06.25
|
Skrivað av Rebekka

Vit eru ovfarin av, at tit øll hava tikið so væl ímóti Fólkapoddinum, okkara poddvarpi. Vit høvdu ikki droymt um, at lurtaratølini fóru at gerast so høg.

Serliga í hesum tíðum, har alt skal ganga skjótt fyri seg, og boðskapurin skal verða sagdur upp á fá sekund. Júst tí er tað ein lætti, at viðhvørt fáa betri tíð at greiða frá.

Vit gjørdu beinanvegin greitt, at vit eisini skuldu bjóða tingfólkum úr øðrum flokkum við – bæði teimum, sum eru samd og ósamd við okkum. Tí trúgv tí ella ei, politikkarar eru eisini samdir um ávís mál, og júst tað vilja vit EISINI varpa ljós á. Tí at finna ósemjur er lætt nokk…

Vit hava nú gjørt 5. partar, men hava nógv spennandi á skrá – og tí gleða vit okkum at halda fram at leggja Fólkapoddin út hvønn hósdag.

Hendan myndin av Biritu Lamhauge Jóansdóttir, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Gunvá við Keldu er tikin í sambandi við nýggjasta partin, sum eitur “Borgarligar kvinnur”. Ein partur, sum varð gjørdur í sambandi við Kvinnudagin, sum er nú leygardagin.

Ofta koma borgarligu kvinnurnar ikki so nógv til orðanna, men tað er sanniliga okkara uppgáva at broyta – og tað gera vit nú eina roynd við.

Góðan lurtihug, góðu tit øll – og enn einaferð TAKK!

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingfólk og vertur í Fólkapoddinum

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag