Fólkaflokkurin

Støðan á demensøkinum er átrokandi

Útgivið 02.05.25
|
Skrivað av Rebekka

10 ár eru liðin, síðani demsnætlanin fyri Føroyar “Gloysmk, men ikki gloymd”  varð handað Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum. Tó, so sær støðan framvegis út til at vera ómetaliga trupul og avbjóðandi hjá ikki so fáum. Helst serliga hjá teimum demenssjúku, ið eru undir 67 ár. Tí hevur Bárður á Lakjuni sett landsstýriskvinnuni, sum varðar av økinum, fyrispurning um hetta.

Í november 2024 spurdi Alzheimerfelagið spurningin: Hava politikarar gloymt demensøkið? Felagið royndi at gera vart við støðuna á demensøkinum, nú kommunuval var í hondum.

Í skrivinum ger felagið vart við, at tað verður gjørdur stórur mismunur á fólki við demenssjúku, tí umstøðurnar eru so ymiskar kring landið. Eisini vísti Felagið á, at tað var ein stórur feilur, tá kommurnar yvirtóku eldraøkið í 2015, at politiska skipanin valdi at býta demensøkið sundur millum fleiri myndugleikar og geirar við grundarlagi í aldri hjá borgaranum.

Henda avgerðin vísir seg at hava stórar neiligar fylgjur –serliga fyri tey yngru við demenssjúku. Og –sigur Alzheimerfelagið víðari –hóast bæði lands- og kommunupolitikkarar siga seg kenna til syndarligu støðuna, so er eingin, sum veruliga ger nakað við tað.

Støðan tykist bæði álvarsom og átrokandi.

Fyri at fá greiði á nøkrum viðurskiftum á økinum, hevur Bárður á Lakjuni sett avvarðandi landsstýriskvinnu hesar spurningar:

  1.  Hvussu nógv av teimum 14 tilmælunum í demensætlanini fyri Føroyar frá 2015 eru sett í verk?
  2. Hvussu nógvir borgarar undir 67 ár eru raktir av demenssjúku pr.dags dato?
  3. Hvar liggur lógarásetta ábyrgdin fyri hesum borgarum, og hvørji tilboð um hjálp eru at heinta hjá teimum og avvarðandi teirra?
  4. Metir landsstýriskvinnan, at hesi og avvarðandi teirra fáa nóg góða hjálp í lógini, sum er galdandi?
  5. Um ikki, hvat metir landsstýriskvinnan so vera tað rætta at gera?

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag