Hvat hugsa Ruth Vang og samgongan fyri sær? 2. árið á rað verður spart í fólkaskúlanum.
Fólkaskúlin er ein av grundsúlunum í okkara samfelag, og tað er júst har, vit sum samfelag veruliga kunnu gera mun. Tí er tað óskiljandi.
Tað sigur Bárður á Lakjuni, lærari og tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Eitt grovt spariátak, sum fer at koma okkum aftur um brekku. Tí fólkaskúlin hevur longu fingið fleiri uppgávur afturat tí, sum plagdi at vera. Eitt nú vera 100 fleiri næmingar í fólkaskúlanum í 2025. Talið av næmingum, sum hava føroyskt sum annaðmál, er vaksandi. Harafturat er talið av teimum, sum verða víst til barna- og ungdómspsykiatriina, vaksandi.
Øll hesi børnini, ja, tey finna vit í føroyska fólkaskúlanum.
So nei, Ruth Vang. Nei, samgongan. Fólkaskúlin er ikki eitt stórt sparipotentiali. Avbjóðingarnar eru stórar og skulu takast í álvara.
Í morgin leggur Fólkaflokkurin broytingaruppskot fram, sum snýr seg um at geva fólkaskúlanum pengarnar aftur