Hvørji eru tey, sum veruliga fáa lættar í samfelagnum? Og hvørji eru tey, sum fáa rokning og/ella eyka gjøld frá samgonguni? Hvørji eru tey, sum samgongan raðfestir?
Spurningar, sum fleiri hava sett sær seinastu tíðina, tí tað er blivið alt ov dýrt hjá fólki flest at liva.
Jørgen Niclasen hevur ómakað sær og skrivað niður, allar tær rokningar ella eykagjøld, sum samgongan hevur sent borgarum og vinnu. Samstundis hevur hann skrivað niður, hvørji tey eru, sum fáa lættar frá samgonguni.
Fyrsta brot er hækking ella eykagjald, sum samgongan hevur sent okkum. Seinna brot eru tey, sum hava fingið lønarhækking ella skattalætta frá samgonguni. Triðja brot eru rokningarnar til vinnuna. Seinatsa brotið er fráboðanir hjá samgonguni, sum vit skulu vera varug við.
Hækkingar ella eykagjald fyri persónar:
- Hækkað bensin-og dieselavgjald.
- Hækkað brennioljugjald.
- Hækkað el-prísin.
- Trýfalding av sýnsgjaldi av akførum.
- Hækkað kringvarpsgjaldið.
- Minkað stuðulin til avlamisbil.
- Hækkað egingjaldið á heilivág.
- Foreldur, sum ikki liva saman, missa bæði. Stuðul fyri barnapening og hjúnarfelagagjald missa stuðul. Úrslitið: Tann sum rindar missir, og tann sum móttekur fær minni. Barnið er taparin.
- Hækkað leiguna fyri serlig við 20%
- Kostnaðurin á bútilboðum hækkar 36%
- Sovigjald á Airbnb
- Hækkað avgjaldið á el- og hybrydbilar.
- Lækkað ferðastuðulin hjá arbeiðandi fólkinum.
- Skert sjónmannafrádráttin.
- Hækkað skattin hjá útisiglarum, tó bara tey, sum sigla við norskum skipum.
- Fólk, sum arbeiða í Norra hava av norska kursinum fingið munandi lønarlækkin, og nú fingið munandi skattahækking omaná.
- Sum einasti bólkur, varð lestrarstuðulin ikki prístalsjavnaður í 2024
- Tey allar lægstløntu fingu hópin av avgjaldrokningum, men ongan skattalætta. Harafturat valdi samgongan at lækka teirra orkustuðul úr 12.000 kr. niður í 5.000 kr.
Tey, sum hava fingið frá samgonguni:
- Vælbjargað hava fingið skattalætta
- Akademikarar hava í krónum fingið dupult so stóra lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar,.
- Yngri læknar hava fingið tríggjar ferðir so stóra lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar.
- Løgmaður givið sær sjálvum fýra ferð so høga lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar.
- Løgmaður, landstýrisfólk og teirra umsitinagar kosta í 2025 heilar 32 milliónir meira enn í 2022.
- Sendifólk skulu, umframt serskipan av ovurstórari skattafríari viðbót fyri maka og børn, eisini hava barnafrádrátt.
Fyri vinnuna eru rokningarnar stórar:
- Trý skattaálop eru framd á alivinnuna, sum longu hevur kostað 140 arbeiðspláss
- Munandi hækking av tilfeingisgjaldi á fiskivinnuna og teirra manningar, upp í 36% av landingarvirðinum, t.v.s.áðrenn hýrur og útreiðslur.
- Hækking 2 av tilfeingisgjaldinum liggur í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
- Revsitiltøk móti Russlandi, sum bara raka føroyska veitaravinnu - og tað meint.
- Hækkað bensin-og diesel avgjald.
- Hækkað brennioljugjald á vinnuna úr 0 upp til 100 oyru/ltr.
- Hækkað tungoljugjald.
- Hækka el-prísin munandi á vinnuna.
- Nýtt stórt avgjald á F-gass.
- Hækkað sýnsgjald á ferðafólkabátar.
- Vinnan skal rinda fyri fimm teir fyrstu sjúkradagarnar í mun til 2 nú.
- Vinnan skal rinda størri part av løn til lærlingar, tá teir eru í skúla.
- Sovigjald á hotelrúm.
Fráboðaðnir frá samgonguni:
- Ognarskatt á sethús, um eigarin ikki býr í kommununi.
- Lækka ella taka burtur rentustuðulin
- Hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár.
Samstundis, sum hesar raðfestingar eru, var úrslitið 425 milliónir krónur í undirskoti fyri 2023. Hallið fyri 2024 er helst á sama støði.
Umframt hesar raðfestingar ikki eru góðar fyri barnafamiljur ella vinnu, eru tær heldur ikki góðar fyri úrslitið á fíggjarlógini.
Jørgen Niclasen
Tingmaður fyri Fólkaflokkin