Tað koma nógvir útlendingar til Føroya umvegis Fast Track skipanina. Nógv fleiri, enn vit geva okkum far um. Tískil hevur Árni Skaale sett Bjarna Kárason Petersen spurningar um evnið.
Ætlanin við Fast Track skipanini er at nøkta ein bráðfeingis tørv á arbeiðsmegi hjá føroyskum arbeiðsgevarum.
Í dag loyva reglurnar maka at koma til Føroya, uttan at stórvegis krøv verða sett, onnur enn, at tey hava búð saman við tí, sum kemur higar at arbeiða, í hálvtannað til tvey ár, áðrenn tey koma til Føroya.
Samfylgjandi makin fær arbeiðsloyvi og kann tí arbeiða frítt og hjá fleiri arbeiðsgevarum, meðan tann, sum fær arbeiðsloyvi eftir Fast Track skipanini skal arbeiða í minsta lagi 40 tímar um vikuna, og hann kann bara arbeiða hjá einum arbeiðgevara.
Sum skilst kunnu børn, sum eru undir 18 ár og hava búð saman við tí, sum kemur til Føroya umvegis Fast Track skipanina, eisini koma til Føroya sum samfylgjandi familja. Staðfestast kann, at seinastu árini eru nógvir útlendingar – eisini makar og børn - komnir til Føroya.
Fyri at fáa greiðu á, hvør ætlanin er við Fast Track skipanini, og hvørjar avleiðingar eru av henni, hevur Árni Skaale sett Bjarna Kárason Petersen hesar spurningar:
Árni Skaale
Tingmaður fyri Fólkaflokkin