Fólkaflokkurin

Landsstýriskvinnan tekur fyrispurning hjá Bárði til eftirtektar

Útgivið 12.06.24
|
Skrivað av Rebekka

Her fyri setti Bárður á Lakjuni, tingmaður, Ruth Vang ein fyrispurning, um stovnar landsins fara ov lætt um ásetingarnar um alment útboð av vørum og tænastum.

Ruth Vang, landsstýriskvinna, svarar, at møguleiki er fyri, at Fíggjamálaráðið lækkar játtanina hjá stovnum, sum mett verður ikki eru nóg virknir á Keypsportalinum.

- Um stovnur ikki bjóðar keyp út alment, er helst orsøk til at halda, at játtanin hjá honum er heldur rúmlig, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna.

Hetta var eftir, at landsgrannskoðanin hevur staðfest, at nógvir stovnar ikki altíð fylgja reglununum í rundskrivinum. Orsøkin stóð at vera, at teir ikki hava orku ella tíð at bjóða út, av tí tað ofta er farið í gongd ov seint.

Vit í Fólkaflokkinum fegnast um, at hóast vit sita í andstøðu, eru við til ávirka til betra gera og gera vart við viðurskifti, sum eru ivasom.

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag