Fólkaflokkurin

Grundleggjandi tænasturnar og virðispolitikkur

Útgivið 11.11.24
|
Skrivað av Rebekka

Sjálvsagt skulu grundleggjandi tænasturnar hjá kommununi ALTÍÐ hava høga raðfesting!

RAÐFESTING man vera millum mest nýttu orðini til hetta kommunuvalið. Nú skal dagstovnaøkið, skúlaøkið, eldraøkið, vegakervi, kloakkir v.m. raðfestast. Hettar ljóðar eitt sindur løgi! Tí sjálvsagt skulu hesi økir altíð vera í lagi og hava hægstu raðfesting í einari kommunu. Ikki minst í Tórshavnar kommunu!

Mítt mál er, at allir borgarar í Tórshavnar kommunu fáa tær vælferðartænastur, sum eru álagdar kommununi at veita og røkja. Eitt nú, at dagstovnar, skúlar, eldrasambýli og eldrarøkt hava góðar karmar og kunnu veita eina fakliga og munagóða tænastu. - At borgarin fær ta tænastu, honum tørvar, og sum hann hevur uppiborið. Ein tænasta, sum er grundað á ein virðispolitikk, har høg lívsgóðska hjá øllum borgarunum í Tórshavnar kommunu er í miðdeplinum. - Ein virðispolitikkur, har einstaki borgarin er í miðdeplinum!

X við Leiv Simonsen!

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag