Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin ávara staðiliga í móti, at samgongan økir fíggjarligu byrðuna við útvið 416 mió. kr. í 2024.
Hyggja vit at fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024, so er rakstrarvøksturin á 4,5%, meðan inntøkuvøksturin er á 3,6%. Tá útreiðsluvøksturin er hægri enn inntøkuvøksturin, er man á skeivari kós. Um gongdin heldur fram, kann tað hava stórar fylgjur, og er tað ikki gongdin til ein haldføran búskap.
Boðskapurin frá samgonguflokkunum hevur verið, at yvirskot landskassans skal vera trivaligt, og kritikkurin mótvegis undanfarnu samgongu var, at avlopið var ov lítið. Tí undrar tað, at ein fíggjarlóg verður løgd fram, ið vísir eitt undirskot á 64 mió. kr. Staðfestast kann, at tað er munur á boðskapi og veruleika.
Stórar fíggjarligar byrðar álagdar borgara og vinnu
Hóast nógvar óvissur uttanífrá, so er tað eisini ein onnur óvissa, ið føroyingar merkja – tann politiskt skapta óvissan. Hækkaðu avgjøldini á okkara tilfeingisvinnur hava borið við sær, at kappingarførið hjá teimum er skatt. Váðin er nógv størri, enn hann longu var frammanundan. Avleiðingar av førda politikkinum hava vit m.a. sæð í hundraðtals av uppsøgnum í alivinnuni. Enn hómast ongin loysn á málinum frá landsstýrisins síðu. Havnastongsilin hevur havt sína ávirkan á tænastuveitarar, og eisini er boðað frá uppsøgnum har.
Til fíggjarlógarviðgerðina og fyrr í ár hevur samgongan lagt fram fleiri uppskot um avgjøld og sparingar, ið raka borgara og vinnu.
Uppskotini og fíggjarligu avleiðingarnar av hesum eru:
Hesar byrðarnar, ið álagdar verða, eru ikki uttan avleiðingar. Fyri okkara høvuðsvinnur økist váðin, kappingarførið verður skatt og uppsagnir hava verið. Fyri smærri vinnurekandi raka hækkandi gjøldini hart. Fyri láglønt verður skattalættin tikin innaftur gjøgnum avgjøld og hækkandi prísir orsakað av hesum. Føroyski sjómaðurin missir munandi part av inntøkuni, eins og útisiglarin ger tað. 415,9 mió. kr., ið vera tiknar úr samfelagnum og inn í landskassan, fara at raka meint. Tað treingir um hjá teimum, ið longu eru í trongari støðu, tekur áræði frá vinnu og borgara og steðgar framhaldandi vøkstri. Tað ber ikki til at skatta seg til vøkstur – pengarnir hava tað best úti í samfelagnum hjá borgara og vinnu, ið síðan skapa virðini.
Les álitið her: https://www.logting.fo/documents/59304