Fólkaflokkurin

Hví er tað so dýrt at seta búgv?

Útgivið 11.10.24
|
Skrivað av Rebekka

Byggitilfar kostar tað sum tað kostar. Handverkaralønin er tað sum hon er. Men tað er ongin orsøk at grundstykki í Tórshavnar Kommunu skulu vera so dýr. Ein av høvuðsorsøkunum til høgu grundstykkjaprísirnar, er avmarkaða útboðið av grundstykkjum. Og tað er her kommunan kemur inn í myndina.

Kommunan eigur at taka ábyrgd og útstykkja grundstykki. Í Tórshavnar Kommunu eiga grundstykkir ALTÍÐ at vera tøk til sethús, íbúðarbygningar, leiguíbúðarbygningar, lutaíbúðarbygningar o.s.f.

Men hvør skal so byggja? Tað skulu vanlig fólk og vinnulív gera, tí tað duga tey best. Tá verður bæði bíligari og skynsamari bygt.

Tað er IKKI ábyrgdin hjá kommununi at byggja stórar íbúðarblokkar eins og í Soviet samveldinum til at hýsa vanligum fólki. Tað almenna skal hjálpa teimum, ið hava tørv á hjálp - ikki vanligum fólki. Tað er góður borgarligur politikkur.

Kommunan skal seta ferð á útstykking - TAÐ fer at gera mun!

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag