Fólkaflokkurin

Nýtt Smílibýli - Eysturbýurin er fyri mismuni

Útgivið 11.09.24
|
Skrivað av Rebekka

Smílibýlið er frítíðarskúlin í Eysturbýunum, har børnini í 1. og 2. flokki ganga eftir skúlatíð. Hetta eri einans helvtin av tí tænastu, sum borgarar í øðrum býarpørtum fáa frá Tórshavnar Kommunu, har fýra árgangir frá forskúla til 3. flokk kunnu ganga í frítíðarskúla.

Starvsfólkini gera eitt megnararbeiði, hóast hølini og spæliplássið líða undir niðurraðfestinum frá kommununi. Ein partur húsast í eini bingju í skúlagarðinum í Eysturskúlanum og hin í einum gomlum sethúsum í Stoffalág. Á spæliplássinum sveiggjar ein einsamøll reiggja í vindinum, tí Tórshavnar kommuna vil eftir áralangar áheitanir frá foreldrum og leiðslu ikki brúka eina krónu til at bøta um spæliplássið.

Øll játtanin fer til viðlíkahald av einum sera gomlum og slitnum sethúsum, og tí eru eingir pengar til at gera umstøðurnar betri hjá børnum og starvsfólkum. Onnur hava fingið nýggjar glæstriborgir fyri nógvar milliónir og nýmótans spælipláss. Tað einasta, vit ynskja her í Eysturbýnum, er, at vit eisini verða raðfest. Vit kenna okkum undirraðfest.

Frítíðarskúlin Smílibýlið má fáa:

1) Hølir, sum líkjast nøkrum

2) Spælipláss, sum líkist nøkrum

3) Fýra árgangir og ikki bert tveir árgangir Verði eg vald í býráðið, fari eg at arbeiða fyri, at eitt nýtt Smílibýlið verður bygt við Eystuvøll.

X við Astrið Breckmann

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag