Fólkaflokkurin

Ein blómandi vinna í Tórshavnar kommunu er grundarlagið fyri trivnaði

Útgivið 11.09.24
|
Skrivað av Rebekka

Eitt stórt og fjølbroytt vinnuligt virksemi er í Tòrshavnar kommunu.

Heili 2.042 vinnufeløg eru skrásettar við heimstaði í Tórshavnar kommunu. Harav eru 1525 smápartafeløg, 188 partafeløg, 320 íverksetarafeløg og 9 íognarfeløg.

Flest øll hesi feløg eru ígjøgnum mong ár byrjaði í smáum við einum dreymi, einum áræði, og ikki minst einum váðafýsni hjá eigarunum.

Viljin at byggja nakað upp saman við øðrum og ikki minst at skapa spennandi arbeiðspláss til eigarar og starvsfólk, hevur ofta drivið verkið framá. Hetta hevur verið við til at byggja land og hesar fyritøkur eru ikki minst eitt stórt aktiv fyri Tórshavnar Kommunu í dag.

Vit í Fólkaflokkinum vita, at ein fræls og blómandi vinna er sjálvt grundarlagið undir privatum arbeiðsplássum og fyri at vøkstur og vælferð kann verða hjá vinnufyritøkunum og hjá familjunum í Tòrshavnar Kommunu. Ikki minst eru hesi arbeiðsplássini eisini eitt grundarlag undir kommunuskattinum og parti av partafelagsskattinum, sum endar í Tórshavnar kommunu.

Tí skulu umstøðurnar hjá vinnuni í Tórshavnar Kommunu altíð vera so góðar sum gjørligt, og mugu vit altíð seta sum mál at skapa bestu karmar í kommununi til vinnufyritøkur. Bæði tær sum í dag eru í kommununi, men eisini at nýggjar vinnufyritøkur, sum ynskja at búleikast í Tórshavnar kommunu í komandi árum.

Ein fjølbroytt vinna í Tórshavnar kommunu:

Í Tórshavnar kommunu eru nærum øll sløg av vinnufyritøkum, líka frá einmannsfyritøkum til fyritøkur sum hava fleiri hundrað starvsfólk. Allar fyritøkur eru týdningarmiklar fyri Tórshavnar kommunu. Eg skal niðanfyri nevna nakrar vinnugreinar burtur úr tí stóru rúgvuni í okkara kommunu, sum hava stóran týdning.

Gistingarhús og ferðavinnan er ein vaksandi vinna, sum skapar mong arbeiðspláss í kommununi. Gistingarhúsini og matstovurnar sigast í dag at hava umleið 6-700 arbeiðspláss.

Byggivinnan er ein sera týdningarmikil vinna, har nógvar fyritøkur eru - bæði stórar, men eisini nógvar smærri, sum standa fyri stóra byggivirkseminum í kommununi. Samlaða talið av timburmonnum, elektrikkarum, múrarum, málarum o.s.fr. munnu íalt verða um 8-900 arbeiðspláss.

Ráðgevaravinnan, sum umboðar arkitektar, verkfrøðingar o.s.fr., er eisini ein fjølbroytt og vaksandi vinna. Her verður mett at umleið 100-200 starvsfólk starvast.

Samlaða virksemið á Tórshavnar Havn er eisini stórt. Íalt starvast umleið 500-600 fólk í teimum vinnum á landi sum dagliga starvast á økinum hjá Tórshavnar Havn. Harumframt eru tey skip, so sum farmaskip, ferðamannaskip og oljuveitingarskip, sum hava Tórshavn sum sín heimstað.

Handilslívið í Havnini er eisini stórt. Í SMS, umframt í handlunum í Miðbýnum, á Hálsi, á Hjalla, í Hoyvík, umframt í Vesturbýnum starvast helst umleið 3-500 starvsfólk tilsamans.

Bilasølurnar og bilsverkstøðini hava eisini eitt stórt virksemið og har starvast í dag umleið 150-200 arbeiðsfólk.

Framleiðslufyritøkur, tænastufyritøkur og aðrar tænastufyritøkur hava helst eisini yvir 400 arbeiðspláss afturat í Tórshavnar kommunu.

Peningastovnar- og tryggingarfeløg hava eisini stórt virksemið í Havn, har umleið 400 arbeiðspláss eru.

EIsini má ikki gloymast tær mongu smærri fyritøkurnar runt í kommununi. Har starvast eisini nøkur hundrað starvsfólk.

Samanlagt kunnu vit lættliga meta, at tað eru umleið 4.000 starvsfólk, sum beinleiðis hava sítt starv hjá tí privatu vinnuni í Tórshavnar kommunu. Hetta svarar til umleið helvtina av samlaðu arbeiðsplássunum í Tórshavnar kommunu. Hin helvtin eru kommunal og almenn arbeiðspláss, sum sjálvsagt eisini eru týdningarmikil.

Hvat kann Tórshavnar kommuna gera betri fyri vinnuna?:

Fólkaflokkurin metir, at fylgjandi viðurskifti skulu raðfestast hjá vinnuni í Tórshvanar kommunu komandi árini:

  • Tórshavnar Havn skal friðhalgast til einans at virka fyri vinnuna á Havnaøkinum framyviri. Tí skal onki Tjóðleikhús byggjast á Eystaru bryggju, og Bacalao bygngingurin skal í størsta mun brúkast til vinnuligt virksemi framyvir.
  • Øll kommununal arbeiði hjá Tórshavnar Kommunu skulu í størsta mun bjóðast út, so allar fyritøkur fáa javnbjóðis rætt at bjóða uppá arbeiðini.
  • Fleiri vinnulig grundøki, serliga til smærri vinnufyritøkur, skulu fáast til vega.

Takk til allar vinnufyritøkur í Tórshavnar kommunu, eigarar, leiðslu og tykkum mongu starvsfólk sum starvast har.

Týdningurin av tykkara virkssemi í Tórshavnar kommunu er ovurhonds stórur fyri Tórshavnar kommunu í dag og árini frameftir.

Fólkaflokkurin er eisini ein vinnuflokkur og skilir tí týdningin av, at tá vinnan hevur tað gott, so kann familjan í Tórshavnar kommunu hava ein góða trivnað.

Vel borgarligt, vel Fólkaflokkin og set tín kross við Birgir týsdagin 12. nov.

 

Birgir Nielsen

býráðslimur og valevni fyri Fòlkaflokkin til býraðsvalið 12. nov.

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag