Fólkaflokkurin

Skattakrónurnar skulu virðast

Útgivið 11.08.24
|
Skrivað av Rebekka

Eg ynski at arbeiða fyri, at borgarar í Tórshavnar Kommunu kunnu hava álit á, at nývalda býráðið umsitur skattakrónurnar hjá okkum øllum við virðing.
Vit skulu framhaldandi hava framburð og trivnað í kommununi, og skulu ikki halda aftur við at gera skilagóðar íløgur, sum ger okkara kommunu áhugaverda at seta búgv í.
Við skilagóðari fíggjarstýring, og einum inntøkuvøkstri á tíggjutals milliónir hvørt ár, skal tað bera til at geva okkum borgarum ein skynsaman skattalætta komandi 4 árini.
Við rættari raðfesting eiga vit at klára at geva barnafamiljum ein øktan barnafrádrátt.
Millum annað hesum fari eg at arbeiða miðvíst fyri, verði eg valdur.
Eisini tí, eri eg eitt skilagott val 12. november.


Høgni Vilhelmsen
Valevni hjá Fólkaflokkinum til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag