Fólkaflokkurin

KT-trygdin hjá Klaksvíkar Kommunu

Útgivið 11.07.24
|
Skrivað av Ísak Mikladal

Gjørdist eitt sindur skakkur tá Útvarp Føroya á middegi í dag, bar tey tíðindi, at kostnaðurin av vantandi KT trygd hjá Klaksvíkar Kommuna er umleið kr. 4.000.000,-.

Eg eri valevni til kommunuvalið og tað undrar meg stórliga, at vit, sum eru uppstilla, ikki vita meira um hesi viðurskifti.

Eg meini avgjørt, at opinleikið eigur at vera um øll mál í kommununi – sum eg fyrr havi borið fram, so má og skal ein politikkari altíð tora at síggja borgaran í eyguni.

Fari tí at seta leiðsluni í kommununi hesar spurningar:

 

1.     Hvørjar tilráðingar lógu, sum grund fyri at siga avtaluna við NEMA um KT-trygdina upp.

2.     Hvussu var málsgongdin, tá avgerð varð tikin um at uppsiga avtaluna við NEMA um KT-trygdina hjá kommununi.

3.     Hvussu er komi fram til, at kostnaðurin av vantandi KT trygd er umleið kr. 4.000.000,-.

4.     Hvør skal hava hesar pengarnar.

 

Eg vil fegin hava at opinleika er í hesum máli.

 

Vinarliga

Ísak Mikladal,

valevni á lista A til kommunuvalið í Klaksvíkar Kommunu. 

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag