Fólkaflokkurin

Klaksvík fyri øll

Útgivið 11.07.24
|
Skrivað av Fríðin Ziskason

Sum kommuna skulu vit sjálvsagt seta atkomuviðurskifti sum absolutta treyt fyri stuðul og nýtslu av bygningum, og sum heild eiga allar neyðugar ábøtur at gerast alt fyri eitt, soleiðis at bygningar og almenna rúmið eru atkomulig fyri øll. 

Eg elski Klaksvík. Og eg havi nógv uppá hjarta, tá tað kemur til, hvussu vit skulu raðfesta og innrætta okkum her í kommununi. Tí stilli eg upp til býráðsvalið hesaferð.  

Eg havi nógv jørn í eldinum og trívist væl við at hava nógv at gera, bæði í mínum arbeiði sum virkisleiðari á uppisjóvarvirkinum Pelagos og í frítíðini. 

Eg var í síni tíð við til at seta hondbóltsfelagið Team Klaksvík á stovn, verid virkin í kappródrarfelagnum, KÍ , FSF og Mjølnir og eri eisini errin av mínum leikluti í at endurreisa Kósavirkið

Míni áhugamál fevna rættiliga breitt mentanarliga og ítróttaliga, og soleiðis hevur altíð verið. Hetta sæst eisini aftur í mínum hjartamálum, sum eg her vil greiða frá. 
 

Fólkavøkstur og bústaðarmøguleikar 

Vit eiga at seta okkum sum mál, at vit í 2030 skulu vera 6000 íbúgvar í kommununi. Tað skal vera lætt at velja Klaksvíkar kommunu sum heimstað, og her hugsi eg serliga um trý viðurskifti:  

 

Fleiri vitanarstørv 

Sum kommuna skulu vit leggja nógv meira fyri at varðveita og skapa fleiri vitanarstørv í norðurøkinum, bæði í almennum og privatum høpi. Við fleiri vitanarstørvum verður kommunan meira áhugaverd hjá fleiri borgarum at búseta seg í. 

 

Tøkur peningur 

Tað er í løtuni trupult yvirhøvur at sleppa inn á bústaðarmarknaðin, tí lánsmøguleikar eru treytaðir av tøkum peningi. Við at lækka kommunuskattin kunnu vit geva borgarunum fleiri pengar um hendi. 

 

Trivnaðurin hjá tær og familjuni 

Ein avgerandi treyt fyri fólkavøkstur er eisini, at vit sum samfelag megna at veita umsorgan fyri øllum okkara borgarum. Her hugsi eg eitt nú um eldraøkið, fólk við serligum tørvi og sum heild borgarar, ið frá tíð til aðra hava brúk fyri einari hjálpandi hond. Her meini eg, at vit í nógv størri mun eiga at seta brúkaran í fokus og tillaga tilboð og tænastur eftir tørvinum hjá tí einstaka. Trivnaðurin hjá tær og teimum, ið tú ert góð/ur við, hevur stóran týdning fyri, hvar tú vilt seta búgv. 

Harumframt eiga vit at endurskoða kommunala innsatsin á bústaðarøkinum, bæði tá hugsað verður um grundstykkir til sethúsabygging og aðrar bústaðarmøguleikar, og eg eri sannførdur um, at vit kunnu betra hesi viðurskiftini munandi. 
 

Atkomuviðurskifti 

Hetta er eitt av mínum stóru hjartamálum. Tað eigur at bera til hjá ØLLUM at sleppa inn allastaðni, men soleiðis er tað tíverri ikki í løtuni. Sum kommuna skulu vit sjálvsagt seta atkomuviðurskifti sum absolutta treyt fyri stuðul og nýtslu av bygningum, og sum heild eiga allar neyðugar ábøtur at gerast alt fyri eitt, soleiðis at bygningar og almenna rúmið eru atkomulig fyri øll. 

 

Fjølbroyttar frítíðarmøguleikar 

Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin og framburðin í kommununi, at vit hava eitt fjølbroytt úrval av frítíðarvirksemi til stór og smá. Ítróttur hevur altíð havt eitt stórt pláss í mínum lívi, og óansæð um tað hevur verið sum spælari ella nevndarlimur, so havi eg altíð havt ótrúliga stóra gleði av at verið partur av einum liði og felagsskapi. 

Hetta sama ynski eg fyri øll børn, vaksin og eldri, og eg vil gera mítt til, at kommunan er ein góður viðleikari og veitir góðar karmar til ítrótt og rørslu av øllum slag.  

Umframt hetta er tað eisini umráðandi at hjúkla um onnur frítíðarítriv, eitt nú tónleik og list av alskyns slag, sum bæði er savnandi og mentanarskapandi fyri okkum í. Til dømis vóru vit í Klaksvíkar Rotaryklubba herfyri á Skúlatrøð í samband við, at vit høvdu latið skúlahornorkestrinum nýggj ljóðføri. Tann verkætlanin er eitt fantastiskt dømi um, hvussu frítíðarfelagsskapir og áhugamál kunnu samspæla og skapa framgongd og trivnað. Stendur tað til mín, so skal kommunan í enn størri mun vera ein aktivur viðleikari og tryggjar góðar karmar fyri virksemi av breiðum mentanarligum slag. 
 

Ein vakur býur fyri øll 

Eg kenni meg hepnan at búgva í Klaksvík. At síggja Kunoyarnes úr vindeyganum hvønn morgun er ein gáva, og sum heild hava vit nógv vøkur útsýni í okkara kommunu. Men vit kunnu saktans leggja størri dent á fríðkan, soleiðis at býarrúmið gerst enn snøggari og hugnaligari at ferðast í. Fleiri grøn øki eru komin runt í býnum, men vit tola væl at gera meira við fríðkan av eitt nú gongugøtum oggonguteigum, vegkantum og økjum niðri við fjøruna. 

 

X við Fríðin Ziskason

Fólkaflokkurin

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag