Fólkaflokkurin

Frælsi til eitt sjálvstøðugt, trygt og virðiligt lív

Útgivið 11.07.24
|
Skrivað av Rannvá Isaksen

Frælsi er ein fyritreyt fyri góðum lívi – og er eins týdningarmikið hjá teimum, ið bera brek ella á annan hátt hava skerdan førleika, sum hjá øllum øðrum.


Hvørt menniskja hevur ymiskan tørv og søgu, og tí er umráðandi, at vit møta hvørjum einstøkum við virðing, tí virðing hava vit øll íborna.

Í Klaksvíkar Kommunu skulu atkomumøguleikar og tænastur á ongan hátt vera avmarkandi.

Í ST sáttmálanum um rættindi hjá teimum, ið bera brek er niðurfelt, at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við í øllum lívsins viðurskiftum.

Kommunan skal raðfesta, at allir borgarar hava javnbjóðis atgongd til øll trivnaðartilboð í kommununi, og kunnu liva eitt lív við møguleikum á jøvnum føti.

 

Rannvá Isaksen
Fólkaflokkurin

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag