Fólkaflokkurin

Barnafrádrátturin hækkar - Betri trivnaður fyri barnafamiljur

Útgivið 11.04.24
|
Skrivað av Oddmar á Lakjuni

Hvørja ferð vit fara til handils, merkja vit hvussu hvør einasti lutur er vorðin dýrari, frá matinum á borðinum til tær vanligu gerandisvørurnar, vit hava brúk fyri hvønn dag. Hetta er ein byrða, ið rakar okkum allar borgarar í Klaksvíkar kommunu, men serliga eru tað barnafamiljurnar, ið verða trýstar av hesum fíggjarliga álvaranum.

 

Tí hevur verið umráðandi fyri okkum at taka stig til at lætta um hjá teimum í Klaksvíkar kommunu, ið hava ábyrgdina av at fáa endarnar at røkka saman í einum heimi, har børn vaksa upp og trivnaðurin skal tryggjast.

Hesa býráðssetuna hava vit arbeitt fyri at hækka barnafrádráttin, hetta fyri at geva familjunum meira pening at stýra teirra gerandisdegi. Tað var okkum greitt tá vit komu til, at barnafrádrátturin í Klaksvíkar kommunu var lágur í mun til aðrar kommunur.

Tá vit tóku við, var barnafrádrátturin 5.500 krónur.

Við fíggjarætlanini fyri 2024 hækkaði barnafrádrátturin til 6.500 krónur, og nú, við fíggjarætlanini fyri 2025, er ætlanin hjá býráðsmeirilutanum, at hækka hann upp til heili 8.000 krónur fyri hvørt barni.

Tað merkir, at vit hava hækkað barnafrádráttin við heili 2.500 krónur pr. barn í okkara býrráðssetu, sum er ein hækking á 45% til gagns fyri barnafamiljur í kommununi.

 

Ein íløga í trivnaðin hjá barnafamiljum

Hendan hækkingin er ikki bara tøl á einum pappíri. Tað er ein verulig íløga í trivnaðin hjá barnafamiljum í Klaksvík. Vit vita, hvussu týdningarmikið tað er, at familjur hava frælsi at velja, hvussu tær vilja nýta sín pening. Við einum hækkaðum barnafrádrátti kunnu familjurnar sjálvar gera av, hvussu tær brúka pengarnar – tað verið seg til frítíðarvirksemi, upplivingar, leikur ella bara til at betra um gerandisdagin.

Hvør familja er øðrvísi og hevur sínar heilt serligu tørvir. Um tað so er ein túrur saman í fjøllunum ella at keypa teimum smáu nýggj klæðir, so kunnu foreldur sjálvi avgera, hvat er best fyri teirra børn og heimið, tey skapa.

 

Hækkingin er eitt veruligt lyft hjá børnum og foreldrum

Í eini tíð, har alt kostar meira, hevur tað stóran týdning at kunna bjóða barnafamiljum ein lætta. Hetta er okkara íløga í framtíðina hjá familjum og børnum í Klaksvík. Tær skulu kenna, at kommunan tekur teirra tørv í álvara og stuðlar teimum í einum gerandisdegi, ið ofta er merktur av ábyrgd og arbeiði – men eisini gleði og trivnaði.

Við hesi hækkingini av barnafrádráttinum ynskja vit at skapa karmar fyri eina kommunu, har trivnaðurin hjá familjum er raðfestur. Tað er okkara vón, at henda broytingin fer at geva barnafamiljum størri rásarúm at skapa eitt gott og sunt lív fyri seg sjálvi og síni børn.

Tískil havi eg arbeitt fyri at hækka barnafrádráttin í Klaksvíkar kommunu.

 

Oddmar á Lakjuni

Býráðslimur og valevni hjá Fólkaflokkinum

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag