Fólkaflokkurin

Hægri botnfrádráttur – 7.000 krónur í lumman

Útgivið 11.04.24
|
Skrivað av Rebekka

Hví hækka botnfrádráttin?

  • Tað økir um keypiorkuna hjá lágløntum og lesandi
  • Tað styrkir og kveikir hugin at fáa sær frítíðararbeiði
  • Vit gerast kappingarfør við Danmark - varðveita okkara ungu í Føroyum
  • Tað gevur okkara ungu fleiri arbeiðsroyndir -Tað fær fleiri føroyingar á arbeiðsmarknaðin
  • Tað fer at loysa seg betri at arbeiða

Hvussu gera vit tað?

Botnfrádrátturin er tann upphæddin í inntøkuni, sum tú ikki rindar skatt av. Í landsskattinum ber til at tjena 65 tús. kr., áðrenn byrjað verður at rinda skatt. Her skal kommunan sjálvandi javnsetast.

Í Danmark er eisini hægri botnfrádráttur (50 tús. Kr). Tað kann ikki vera rætt, at tað skal loysa seg betur at vera ungur við frítíðarstarvi í Danmark enn í Tórshavn.

Ítøkiliga skulu vit: Hækka botnfrádráttin úr 30.000 til 65.000 kr. í kommunuskattinum. So ber til at tjena 5.400 kr. í staðin fyri 2500 kr.  um mánaðin skattafríar.

Hetta hevði givið ein og hvørjum skattgjaldara 7 tús. Kr. í skattalætta árliga. Tað hevði gjørt mun!

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag