Fólkaflokkurin

Fólkaflokkurin vil tryggja, at Kollafjørður fær veruliga raðfesting

Útgivið 11.04.24
|
Skrivað av Rebekka

Borgarar í Kollafirði, íroknað Signabø og Oyrarreingir, kunnu møguliga enda við ongan lokalan politikkara at fáa valdan á lista C og/ella E.  Hví ikki heldur velja borgarligt, og velja Fólkaflokkin, sum í gjøgnum mong ár hevur roynst kollafirðingum og Kollafirði væl?

Tað harmar okkum í Fólkaflokkinum, at vit - hóast fleiri góð valevnir vóru spurd - tíverri ikki fingu eitt staðbundið valevni at stilla upp fyri lista A til hetta kommunuvalið.

Vit í Fólkaflokkinum eru altíð von við at halda tað, vit lova, og vit vísa ábyrgd á øllum økjum. 

Tí skal eg í hesi valgrein greiða tykkum í Kollafirði frá, hvat Fólkaflokkurin og undirritaði ynskir fyri Kollafjørð komandi árini.

Sum umboð fyri Fólkaflokkin í hesi setuni, havi eg stuðlað øllum góðum verkætlanum, sum hava havt sum endamál at betra um trivnaðin hjá familjuni í Kollafirði. Eg kann nevna nøkur:

  • Fleiri nýggjar útstykkingar eru samtyktar, har vit hava verið samd um, at grundstykkjaprísurin skuldi liggja á einum væl lægri støði enn í Havn. Hetta fyri at eggja kollfirðingum at seta búgv í Kollafirði ella Signabø.
  • Nýggjur frítíðarskúli er samtyktur og verður nú bygdir við Botnánna.

Tó eru fleiri øki, sum framvegia mugu bøtast. Nú má skjøtil setast á.

Eg havi tosað við nógvar kollfirðingar, og úr rúgvandi kann eg nevna nøkur skilagóð mál, sum vit eiga at fáa gjørd í Kollafirði:

  • Øki til nýtt ellis- og røktarheim má fáast uppá pláss beinanvegin, so veruligur peningur verður settur av til sjálva byggingina, sum má byrja innan eitt ár.
  • Økið má keypast til at fremja eina miðbýarætlan við Botnánna í Kollafirði. Vit mugu ásanna - at fyri at betra munandi um trivnaðin í Kollafirði - er neyðugt at bygt verður runt um miðjuna í Kollafirði, sum er við Botnánna. Her eiga framtíðar bústaðir hjá ungum barnafamiljum við grønum økjum, handlum o.a. at verða staðsett.
  • Fleiri øki fram við sjóvarmálan til at byggja neyst eiga at fáast til vega og seljast til Kollfirðingar.
  • Vinnuøkið á Signabø má gerast liðugt, so tað ikki framyvir missprýður náttúruna.
  • Vetrarfriðingin, sum eftir er at gera í Kollafirði og Signabø, skal gerast liðug.
  • Meira peningur eigur at verða settur av til at fríðka Kollafjørð og økini runt um.

Tað skal vera mín vón, at borgarligir veljarar í Kollafirði standa saman um Fólkaflokkin, sum jú er eitt gott og trygt alternativ til tey, sum ikki vilja velja teir flokkar, sum tey staðbundnu valevnini umboða.

Vit í Fólkaflokkinum halda tað, vit lova og taka veruliga ábyrgd - eisini fyri Kollafjørð. Hetta krevur tó, at Fólkaflokkurin kemur sterkt inn í býráðið og vónandi í samgongu eisini.

 

Birgir Nielsen

Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag