Fólkaflokkurin

Tórshavn – ein kommuna fyri øll!

Útgivið 11.04.24
|
Skrivað av Rebekka

Eitt aðalmál hjá Tórshavnar kommunu skal vera, at tey, sum ynskja sær at seta búgv í kommununi, skulu hava møguleikan til tað.

Tað verður gjørt m.a. við at kommunan tryggjar, at tað altíð er eitt nøktandi útboð av grundøkjum til tey, ið ynskja at byggja síni egnu hús, men eisini til einstaklingar, fyritøkur og felagsskapir, sum ynskja at byggja íbúðir – antin tær so eru til sølu, til leigu ella sum lutaíbúðir.

Útstykkingarætlanirnar skulu vera fjøltáttaðar! Tær skulu nøkta tørvin hjá borgaranum í dagsins samfelag – útstykking og bygging, sum stuðlar upp undir fjølbroytta búseting til ung og eldri, til barnafamiljur og einstaklingar, til lesandi og gomul.

Og sjálvsagt – trivnaður og frítíð hjá borgaranum skal verða í miðdeplinum í øllum nýggjum útstykkingum, m.a við grønum økjum og møguleikum til ymiskt frítíðarvirksemi.

Tórshavn – ein kommuna fyri øll! Ein kommuna, har øll trívast!

X við Leiv Simonsen

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag