Fólkaflokkurin heldur ikki, at kommunan einsamøll skal binda seg til at byggja bústaðir til lesandi. Sum er, megnar kommunan illa nokk at viðlíkahalda sínar egnu bygningar. Eisini er uppgávan somikið stór, at fleiri aktørar muga arbeiða saman, skal trupulleikin loysast. Byrjar kommunan at koma við búeindum og leiga hesar út til undirprís, fer hetta at føra við sær, at aðrir aktørar ikki bjóða seg fram, at loysa uppgávuna. Kommunan kann heldur viðvirka til at seta treytir, finna staðsetingar, selja økir til ein rímiligan prís og hjálpa til við at gera tey klár - og soleiðis leggja grundarlagið fyri, at lestrar íbúðir vera bygdar.
Stórhøllin Tjarnir er eitt gott dømi um, at tað ikki altíð er so langt millum hugskot og veruleika. Fólkaflokkurin tekur absolutt undir við, at hava gott samstarv við vinnuna og landið um verkaætlanir - bæði í mun til tað, ið kommununi sjálvari tørvar og tað, ið vinnan, landið ella aðrir aktørar skjóta upp. Tað kundi hugsast, at kommunan og Setrið fóru at samstarva um eina rættiliga ítøkiliga heildarverkaætlan. Verkaætlanin skal ikki bara snúgva seg um búeindir, men eisini um parkering, busssamband, felags trivna, grøn økir og at brúka partar av búeindunum til eitt nú handils- og vinnulív. Møguliga kundi verkaætlanin eisini umfata eldrabústaðir so ung og eldri koma hvør øðrum við. Tað er góður fólkaflokspolitikkur at knýta ættarlið saman.
At enda, so skal nærdemokratiið virðast og vit muga ansa eftir, ikki at forfjóna náttúruna og byggja høvuðsleyst – tað er fáfongdur vinningur fyri okkum øll. Tí má lokalsamfelagið eisini sleppa uppí og náttúran verjast og raðfestast. Býarplanlegging, æstetikkur og arkitekturur eru her tídningarmiklir viðspælarar.
Vel ein borgarligan náttúrufjeppara, vel Biritu.
Birita L. Jóansdóttir
Valevni fyri Fólkaflokkin til býráðsvalið