Fólkaflokkurin

Bussleiðin skal gerast enn betri

Útgivið 11.03.24
|
Skrivað av Rannvá Isaksen

Bussleiðin var eitt tiltrongt framstig fyri Klaksvíkina. Hon er góð - men kann vera betri.

 

Bussleiðin út á Norðoyrar hóskar ikki saman við tørvinum hjá øllum teimum, ið annars høvdu brúkt hesa tænastu.

Hetta skulu vit gera betri.

Foreldur, ið brúka bussleiðina at koyra børn á stovn á nýggja barnagarðinum á Norðoyri, mugu fara til gongu inn aftur í Klaksvíkina. Børn og starvsfólk í barnagarðinum mugu seta fleiri tímar av, um tey fara til Klaksvíkar ein túr, og náa ikki aftur í barnagarðin til vanliga matpakkatíð, um tey fara í fimleikarhøllina ella á bókasavnið.

Hetta kann ikki vera rætt. Sjálvsagt skal bussleiðin tillagast. Vit skulu lurta eftir borgarunum og finna loysnir saman.

 

Rannvá Isaksen, Fólkaflokkurin
 

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag