Fólkaflokkurin

Eldradepilin skal gerast veruleiki skjótt

Útgivið 11.02.24
|
Skrivað av Mona Maria úr Fugloy

Eldradeplinum vil eg arbeiða hart fyri, um eg verði vald í býráðið. Fyri at gera tað havi eg brúk fyri tínari hjálp – set x við Monu Mariu úr Fugloy tann 12. Novembur

 

Í Klaksvíkar kommunu skulu øll hava tað gott og trívast. 2 av okkara ellis- og røktarheimum hava tíðarhóskandi karmar at bjóða bæði búfólkum og starvsfólkum. Hini 3 røktarheimini eru gomul og slitin við so lítlum plássi, at tey ikki eru tíðarhóskandi og ikki geva rúm fyri einari røkt og umsorgan til borgarar, sum nýta koyristól og lyft at fáa tey upp og í song og stól við.

Eg havi tosað við faklærd starvsfólk, sum kundu hugsa sær at søkt starv á teimum gomlu heimunum. Tey koma at hyggja eftir heimunum, áðrenn tey søkja. Tá tey síggja umstøðurnar, velja tey at søkja aðrastaðni. Hetta er ein trupulleiki.

Trot á faklærdum starvsfólki er ein veruleiki. Tað, sum kommunan kann gera her og nú, er at tryggja góðar karmar fyri bæði búfólk og starvsfólk. Ein eldradepil við einum nýggjum, tíðarhóskandi røktarheimi er tað rætta at gera nú.

Eldradeplinum vil eg arbeiða hart fyri, um eg verði vald í býráðið. Fyri at gera tað havi eg brúk fyri tínari hjálp – set x við Monu Mariu úr Fugloy tann 12. Novembur

 

Mona Maria úr Fugloy

Valevni fyri Fólkaflokkin

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag