Fólkaflokkurin

Nú kemur sølutorg og bátafelagshús

Útgivið 11.02.24
|
Skrivað av Atli S. Justinussen

Í mong ár hevur verið tosað um at fáa sølutorg og bátafelagshús.


Tá vit gjørdu samgongu fyri hetta valskeiðið, bleiv avgjørt, at vit máttu fáa hetta málið avgreitt.


Tað hava verið fleiri góðir fundir ímillum partarnar. Og nógv góð uppskot hava verið á borðinum.


Nú er málið samtykt, bæði í Havna & Vinnunevndini og í Býráðnum.


Seinastu viðurskiftini koma uppá pláss, tá ið tann endaliga góðkenningin uppá økið, kemur frá Umhvørvisstovuni.


Her verða framúr góðar umstøður. - Bátafelagshús, sølutorg, almenn wc-ir, har fólk eisini kunna vaska klæðir.


Nú fáa vit gjørt hetta økið við bátabrúgvarnar, til eitt maritimt øki.


Atli S. Justinussen
Formaður í Havna & Vinnunevndini og varaborgarstjóri

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag